Sonni Ragnar hevur í dag úttalað seg fyri fyrstu ferð um støðuna hjá sær. Hann hevur ikki spælt síðani sigurin á Grikkalandi, og sáttmálin við FC Midtjylland er uppsagdur.
Hoyr samrøðuna við Sonna Ragnar við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg havi havt nakrar persónligar trupulleikar, sum eg eri komin heim fyri at loysa og fáa vekk. Tað merkir ikki meiri enn, at eg havi verið heima í tveir mánaðir. Eg fari av landinum aftur um einar tvær vikur, men eg fái ikki sagt nakað um hvar. Eg havi fingið fleiri tilboð og øll eru uttanlands frá, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið als ikki ætlar at venda aftur til føroyskan liðfótbólt fyribils.
Les eisini: Sonni Ragnar byrjar inni
Lars Olsen hevur kunngjørt, at Sonni Ragnar Nattestad byrjar inni, tá landsliðið í morgin tekur móti Norðurírlandi.
- Eri til reiðar til uppgávuna. Eg havi vant við B36 og eisini havt persónligar venjingar við Jóannesi Jacobsen og Magna Mohr. Eg visti tað kundi blíva ein trupulleiki viðvíkjandi landsliðnum, men eg eri til reiðar og tað er altíð ein heiður at spæla fyri Føroyar, sigur Sonni Ragnar Nattestad.
Landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli í annaðkvøld.