Sonni Ragnar: Hetta var ein mannfólkainnsatsur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Málskjúttin til 1-0 málið í Riga leggur lítið í, at talan helst var um eitt sindur heppið mál

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við verjuskansan og 1-0 málsskjúttan, Sonna Ragnar Nattestad aftaná 2-0 sigurin hjá føroyska landsliðnum á Lettlandi á Skonto leikvøllinum í Riga í gjárakvøldið.

 

Sonni Ragnar Nattestad heldur, at talan var um ein mannfólkainnsats hjá føroyska landsliðnum. Tað var ein góð løta í seinna hálvleiki har lettlendingar høvdu bóltin nógv, men Sonni Ragnar Nattestad heldur ikki, at lettlendska liðið skapti so nógvar málmøguleikar tá. Verjuskansin úr Miðvági heldur, at vøllurin var rættiliga tungur, og ta einu løtuna var hann eitt sindur óttafullur, at hann fór at fáa krampa. 

 

Um málið til 1-0 sigur Sonni Ragnar Nattestad, at hann er ikki fullvísur í hvat hendi, men hann skeyt tá hann fekk møguleikan. Aftaná frætti hann, at talan helst var um eitt málmansdropp, og eitt sindur heppið mál, men tað leggur verjuskansin líka í. Hann er bara glaður fyri, at bólturin fór inn.