Føroyska landsliðið vandi fyrrapartin í dag á Tórsvølli. Talan var um seinastu venjingina undan landsdystinum móti Rumenia, sum verður í morgin. Lagt verður upp til fleiri broytingar á føroyska liðnum.
Lars Olsen sigur, at Gilli Sørensen byrjar, meðan tað tykist púra vist, at Christian L. Holst, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen koma inn á liðið. Atli Gregersen hevur leikbann, meðan Róaldur Jakobsen dettur úr uppstillingini.
Gunnar Nielsen fekk ein minni stoyt í knæið móti Ungarn, men vandi í dag við fullari ferð. Í verjuni er líkt til, at Gilli Sørensen kemur inn á annan bakkin, meðan Viljormur Davidsen endar á bonkinum. Hann spældi fullan dyst í Ungarn og fekk somuleiðis ein stoyt. Hann hevur ikki spælt í eina tíð vegna skaða, so tað kundi verið fyri at binda um heilan fingur, at Lars Olsen møguliga ikki hevur hann við frá byrjan aftur.
Sonni Ragnar Nattestad hevur trupulleikar við hælsinini og er ivasamur. Spælir hann ikki, so verður Rógvi Baldvinsson við frá byrjan í miðverjuni undir liðini á Odmari Færø.
Á miðvøllinum skuldi Fróði Benjaminsen byrja inni aftur, saman við Brandi H. Olsen og Halli Hansson. Fróði er skaddur og fær ikki spælt. Spurningurin er so um tað verður Rógvi Baldvinsson ella Sølvi Vatnhamar, sum byrja inni á miðvøllinum.
Christian L. Holst byrjar inni á vinstra vongi, meðan tað er meiri ógreitt hvør byrjar á høgra vongi. René S. Joensen byrjaði inni í Ungarn, meðan menn sum Gilli Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu og Árni Frederiksberg allir kunnu røkja leiklutin.
In.fo metir:
Føroyar (4-2-3-1) Gunnar Nielsen – Gilli Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Jónas Tór Næs – Rógvi Baldvinsson/Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar/René S. Joensen/Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur H. Olsen, Christian L. Holst – Jóan Símun Edmundsson