Sonni Ragnar skal hava nýtt felag

Stavanger Aftenbladet skrivar, at Sonni Ragnar Nattestad ikki er partur av hópinum hjá Molde

Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er ikki við besta liðnum hjá Molde, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Spania. Venjarin, Erling Moes, sigur at miðvingurin leitar eftir nýggjum felagi.

 

- Sonni hyggur í løtuni eftir øðrum møguleikum, tí er hann ikki við okkum, sigur Erling Moes, venjari hjá Molde, við Stavanger Aftenbladet.

 

24 ára gamli miðverjin hevur verið útleigaður til AC Horsens í Danmark. Felagið hevði møguleikan at keypa Sonna Ragnar eftir leiguna, men felagið valdi ikki at taka av. Nú leitar hann eftir nýggjum felagi.