Sonni Ragnar skal leigast út av nýggjum

FC Midtjylland arbeiðir í løtuni við at finna eitt nýtt felag til føroyska landsliðsleikaran

Í seinastu viku gjørdist greitt, at føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, ikki longur fer at spæla við AC Horsens, har hann annars hevur spælt seinasta hálva árið. Av fíggjarlígum og ítróttarligum orsøkum, valdi AC Horsens at siga leigusáttmálan upp við føroyska landsliðsleikaran.

 

Claus Steinlein, ið er ítróttarstjóri í FC Midtjylland, sigur við donsku heimasíðuna bold.dk, at tað ikki var ætlanin, at Sonni Ragnar skuldi aftur til felagið longu nú.

 

-       Tað var ikki ætlanin at hann skuldi koma aftur her longu nú. Í løtuni liggur Sonni Ragnar við influensa, men tá hann kemur fyri seg aftur eftir sjúkuna, fara vit at seta okkum niður, fyri at hyggja eftir einum nýggjum felagið, sum vit kunnu leiga hann út til.

 

Hann sigur harafturat, at tað ið er mest sannlíkt, er at FC Midtjylland fer at leiga Sonna Ragnar út til okkurt felag í næstbestu donsku, norsku ella svensku deildini.

 

20 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad beit seg í farna árið veruliga fastan á føroyska landsliðið, har hann millum annað var millum mest eyðsýndu leikararnar í 0-1 sigrinum í Grikkalandi í november. Sonni Ragnar Nattestad er skrásettur fyri 5 landsdystir fyri Føroyar.