Sonni Ragnar Nattestad, sum í vár hevur verið eyðsýndur í verjuni hjá Ålesund, fer nú heimaftur til Molde, siga norskir miðlar.
Molde keypti Sonna Ragnar Nattestad úr Íslandi í fjør vár, men ein skaði undan kappingarbyrjan oyðilegði seinasta kappingarár hjá føroyska landsliðsspælaranum.
Undan hesum kappingarárinum bleiv hann leigaður út til Ålesund, sum í ár eru í næst bestu norsku deildini. Har hevur gingið eftir vild. Ålesund er greitt á odda í Obos-liguni, sum hon eitur, við 32 stigum eftir 14 dystir. Teir hava einans tapt ein dyst í ár. Sonni Ragnar hevur spælt í øllum dystunum og hevur skorað eitt mál.
Sambært NRK er tað Sonni Ragnar Nattestad sjálvur, sum hevur biðið um at sleppa aftur til Molde, men óvist er, um rúm er fyri honum har. Lániavtalan við AaFK gongur út 19. juli.
- Umboðsmaðurin hevur givið okkum boð um, at Sonni vil sleppa at royna seg í Molde. Tað mugu vit bara taka til eftirtektar, sigur Bjørn Erik Melland, ítróttarstjóri í Aalesund Fotballklubb.
Hann fer so undir ongum umstøðum spaserandi inn á besta liðið hjá Molde, tykist vera greitt. Tí í síðstu viku spurdi lokalavísin í Molde, Romsdal Budstikke, Ole Gunnar Solskjær, um hvørjar ætlanir hann hevði við føroyinginum, tí teir høvdu sæð hann í Molde.
Venjarin hjá Molde segði, at hann var ovfarin av tí, sum Sonni Ragnar hevði víst í Ålesund, men var bangin fyri, at hann nú hevði ov nógvar verjuleikarar í hópinum.
- Vit hava fýra sera góðar miðverjar sum er. Vit skulu helst ikki enda í tí støðu, at vit hava fimm ella seks. Helst kundi eg hugsa mær tríggjar, harav tveir spæla fast, segði Ole Gunnar Solskjær.
Okkurt bendir tí á, at onkur fer at sita eftir við svartaperi, tá flytingarvindeygað í Noregi letur aftur. Fyri føroyingar og føroyska landsliðið er at vóna, at Sonni Ragnar Nattestad eisini fær nógva spælitíð í heyst, líkamikið um tað verður í Molde ella onkrum øðrum felagið.
Sambært norskum miðlum verður Sonni Ragnar Nattestad tøkur hjá Molde til dystin í Europa League móti Glenavon, sum verður 11. juli.