Sonni Ragnar við í stórsigri

Loksins slapp hann framat hjá FH Hafnarfirði.

FH Hafnarfjørður, har Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad spæla, hevur í kvøld spælt í íslendsku steypakappingini. Mótstøðuliðið var KF úr triðbestu deildini.


Gunnar hevði fingið frí í kvøld, meðan Sonni Ragnar, sum annars hevur verið ávegis at verða útleigaður, var í byrjunaruppstillingini og spældi allan dystin.


Talan var ikki um nakra avbjóðing hjá FH, sum vann dystin heili 9-0 eftir at hava verið á odda 5-0 í hálvleikssteðginum. FH hevur nú spælt seg í 1/16-finaluna.