Tá Zlatan Ibrahimovic varð spurdur av svenskum fótbóltstíðindafólkum fyri stuttum um hvussu hann sær uppá fótbóltsframtíðina hjá Svøríki, so framhevjaði Zlatan ein ungan spælara hjá Helsingborg FF í Allsvenskuna.
Og tað er ikki ein harra hvør sum helst Zlatan framhevjar. 18 ára gamli Jordan Larsson er sonur hin navnframa Henrik "Henke" Larsson, sum hevur legendustatus í bæði FC Barcelona, og ikki minst Celtic Glasgow, har hann verður roknaður at verða ein hin besti spælarin í Celtic nakrantíð.
Í vikuskfitinum vann Helsingborg FF 3-1 á AIK Stockholm í Allsvenskuni, bestu fótbóltsdeildini í Svøríki. Jordan Larsson gjørdist stóra hetjan við tveimum málum fyri Helsingborg.
Pápi Jordan, Henke Larsson mælir tó øllum til at sissa seg, og minnir tey á, at Jordan er bara 18 ára gamal, og hevur nógv at læra enn. - Jordan hevur evnini til at gerast ein góðar spælari í Allsvenskuna, og vónandi kann hann menna seg, og gerast so góður, at hann kann fara uttanlands at spæla, sigur Henke Larsson, sum er høvuðsvenjari hjá Helsingborg FF í samrøðu við Expressen.
Hetta er fyrsta kappingarárið hjá Jordan Larsson í bestu svensku fótbóltsdeildini, og fólk í Svøríki eru spent. Fólk í Danmark vóru eisini spent uppá synirnar hjá Michael og Brian Laudrup, men har gekk als ikki, sum fólk høvdu væntað.