Tey siga, at tað ringasta, eitt menniskja kann uppliva, er at missa sítt barn ... Tummas hyggur hugsunarsamur fram fyri seg, meðan hann leitar eftir orðunum og heldur fram
Men at missa eitt barn, sum tók sítt egna lív, er at skrúva pínuna eitt vet longur. Onki kann verða ræðuligari.
Hví?
Tá 16 ára gamli Kristian eitt kvøldið fyri átta árum síðani tók lívið av sær, var tað, sum alt innaní Tummasi steðgaði upp. Hvørt sekund, hvør smálutur hevur brent seg í minnið, og so sjokkið, pínan, og tankarnir, sum bara mólu í ring uttan íhald.
Tann fyrsta langa tíðin kendist sum ein endaleys marra av pínu og sakni. Til endan var tað, sum vildi høvdið spreingjast, og eg hevði bara hug at rópa: Nær fær hetta ein enda! Eg var púra sannførdur um, at eg aldrin aftur fór flenna, hava tað stuttligt ella yvirhøvur kunna liva aftur.
Í eina rúma tíð aftaná fylti sjálvmorðið alt lívið hjá Tumm-asi. Kristian hevði onki skilnaðarbræv skrivað, og fyrstu tíðina royndi Tummas alt fyri at finna okkurt svar, onkra ábending um, hvat kundi havt fingið Kristian til at taka eina so ræðuliga avgerð.
Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi sitið og rótað runt í telduni hjá honum, opna hvørja einastu fílu bara fyri at finna okkurt lítið tekin um eitt svar av onkrum slagi. Men eg fann ongantíð nakað. Tað hjálpti heldur onki at spyrja nakran annan, tí hini, sum kendu hann, skiltu líka lítið sum eg, sigur Tummas og leggur afturat, at at síggja til hevði Kristian í allar mátar eitt gott lív. Hann var fittur, skilagóður og kláraði seg væl í skúlanum og tóktist ikki á nakran hátt at vera nívdur av nøkrum so álvarsomum, sum sjálvmorðstonkum.
Inn ímillum havi eg spælt við tankan um, at tað má hava verið eitt óhapp, at tað ongantíð veruliga var ætlanin hjá Kristiani at taka seg av døgum. Men eg veit tað framvegis ikki.
Skuldarkenslan
Ikki fyrr enn seinni gekk tað upp fyri Tummasi, at hann í grundini ongan hevði at spyrja. Hann var tann, sum kendi sonin best, so tá hann onki svar hevði sjálvur, var tað í roynd og veru nyttuleyst at halda fram at leita.
Við hesum kom eisini skuldarkenslan. Um eg nú var tann, sum var tættast at Kristiani, hví hevði eg so ikki varnast, at okkurt var galið? Var tað ikki mín ábyrgd, sum pápi at síggja slíkt hjá mínum barni? Hvar hevði eg svikið? Og eg, sum trúði, at vit báðir høvdu tað so gott saman. Frá eini løtu til aðra lá harmoniska myndin hjá mær av okkum báðum í skeljasori, og har stóð eg og skilti onki.
Sum frá leið byrjaði Tummas at skriva sínar tankar niður, tá hann fór í song um kvøldarnar. Kanska fyrst í eini roynd at halda óttanum fyri einseminum og marrudreymunum burtur, men á onkran hátt hjálpti tað seta orð á kenslurnar. Eitt tað síðsta, hann skrivaði í bókina, ljóðaði á leið soleiðis:
Uttan mun til, hvussu nógv eg royni, verða tað altíð spurningar, sum eg ongantíð fái nakað svar uppá. Tað má eg bara góðtaka, um eg skal koma víðari.
Ikki fyrr enn eg veruliga kom til sættis við, at soleiðis mátti tað bara vera, bleiv tað pláss fyri øðrum í tonkunum. Seinni kom so øðin, tá eg í huganum endiliga tordi at spyrja Kristian, hvat hann billaði sær inn at gera soleiðis ímóti síni familju, systkjun og øllum, sum vóru góð við hann. Øðin kendist sum ein forloysandi lætti og enn eitt fet víðari frameftir.
Endi og byrjan
Mitt í øllum sorgarleikinum helt livið rundan um Tummas fram á sín mest ítøkiliga hátt. Dáman hjá honum var uppá vegin, og seks mánaðir eftir, at hann hevði sagt soninum farvæl á sjúkrahúsinum, stóð Tummas aftur har - hesuferð fyri at taka ímóti dóttur síni.
Tað var ein ótrúliga intens tíð, har eg upplivdi bæði byrjanina og endan á livinum innan fyri eitt stutt tíðarskeið. Gleðin yvir dóttrina varð besti og mest lívsjáttandi mátin, eg kundi ynskja mær, at koma víðari, men hon mátti ikki blíva ein máti at flýggja frá sorgini yvir Kristian. Samstundis var tað mín ábyrgd, at hini bæði systkini hjá Kristiani eisini fótaðu sær so væl, sum gjørligt, bæði í sorgini og í nýggja lívinum, tey nú vóru partur av.
Tummas er takksamur fyri, at livið lagaði seg á ein hátt, sum uttan iva hevur hjálpt honum lættari víðari, enn hann kundi væntað. Hinvegin heldur hann seg ikki hava roynt at skáka sær undan pínuni eftir sjálvmorðið hjá Kristiani, hóast tað onkuntíð kundi verða freistandi.
Tað hava verið løtur, har eg havi havt hug at givið onkrum øðrum skyldina fyri tað, sum hendi. Eg eri eisini greiður yvir, at tað, at Kristian ikki hevði skrivað eitt skilnaðarbræv, hevur givið mær møguleika at finna ta orsøk, eg sjálvur best kundi liva við. Men eg veit, at eg ikki tilvitað havi roynt at runnið undan pínuni, sigur Tummas og minnist, beint eftir, at hann hevði funnið Kristian, at læknin spurdi, um hann vildi hava eina sproytu.
Eg takkaði nei og segði, at hetta var ikki ein pína, sum kundi sproytast burtur, og soleiðis havi eg nokk hugsað alla tíðina. Uttan mun til hvat hendir, so verði eg altíð pápi Kristian, sum gjørdi sjálvmorð, og júst ta pínuna má eg liva við einsamallur. Í síðsta enda syrgja vit øll á okkara egna hátt, sigur Tummas og leggur afturat, at kanska av somu orsøk hevur hann ongantíð sjálvur lisið nakað serligt um sjálvmorð, og hvussu ein best kemur ígøgnum sorgina.
Eg havi viljað sloppið at liva við hesum uppá mín egna máta. Kanska er tað bara ein máti at verja seg ímóti, at onki annað kemur og órógvar, ella at onkur knappliga kemur og sigur, at eg átti at gjørt tað øðrvísi. Eg veit ikki, men soleiðis havi eg bara kent tað rættast.
Ikki eitt ikon
Fyrstu tíðina fingu Tummas og hansara nærmastu dyggan stuðul frá familju, vinum og øllum í bygdini. Hann minnist, hvussu gott tað kendist, sjálvt um tey kanska ikki tosaðu so nógv um júst tað, sum var hent.
Bara tað at tey vóru har og lótu okkum føla, at vit ikki vóru einsamøll, var nokk. Tað kendist ótrúliga trygt og fjálgt at hava tey har, og í langa tíð svav onkur eisini hjá okkum um náttina.
Men sum frá leið noyddist Tummas og familjan undir gerandisdagin aftur og at finna sín máta at liva við minninum um Kristian. Og tey hava altíð tosað um hann í tann mun, onkur hevði tørv á tí og annars, tá tað kennist nátúrligt.
Tað kann verða so mangt, sum bendir tosið inn á Kristian. Tað kann til dømis vera okkurt, sum minnir um okkurt, hann plagdi at siga ella gera; kanska onkur lutur, hann átti, kemur upp í hendurnar á okkum, ella tá hann hevur føðingardag. Tað er, sum tað kemur seg, tí ongin skal kenna seg kroystan til hvørki at tiga ella tosa um Kristian, sigur Tummas og nevnir sum dømi, tá eldra dótturin slapp at eiga tvørfloytuna hjá Kristiani.
Tað er ikki ein tvørfloyta, hon er sloppin at lána, ella sum hon skal fara serliga varliga um, tí Kristian hevur átt hana. Nú er tað hennara floyta, sum hon kann spæla uppá, sum hon vil. Onki kann setast í staðin fyri Kristian, eins og hini í familjuni eisini fylla hvør sítt pláss á sín egna hátt. Kristian doyði á ein gátuføran hátt, beint sum hansara lív skuldi byrja, men hann skal ikki gerast til eitt ikon, sum ongin má nerta við.
Onki loyndarmál
Sjálvur heldur Tummas, at hann í stóran mun er sloppin at tosa um Kristian, og tað sum hendi, tá hann hevur havt brúk fyri tí. Er hann sjálvur komin inn á tað, hava onnur ikki verið avvísandi, men hava lurtað og roynt at spyrja. Hinvegin hevur hann onkuntíð kent seg noyddan at siga meir, enn hann hevði hug til ella ætlaði, um tosið kom inn á Kristian.
Tú kanst ikki bara siga, at sonur mín gjørdi sjálvmorð uttan at fylgja tí upp. Sigur tú, at sonur tín doyði i eini ferðsluvannlukku, kunnu onnur lættari vísa sína samkenslu og royna at skilja við til dømis at tosa um øll tey ungu, sum doyggja so meiningsleyst í ferðsluni. Við sjálvmorði er tað nakað annað, tí tað er ein avgerð eitt menniskja tekur, hóast tað veit, hvussu svárt tað kemur at raka tey nærmastu. Vit krevja eina forkláring, fyri at kunna rúma slíkum eisini um ongin forkláring finst.
Á onkran hátt hevur Tummas altíð skilt tað, um onnur halda tað vera trupult at tosa við hann um Kristian og mátan, hann doyði. Tað, hann gjørdi, var veruliga ófatuligt og so meiningsleyst, sum nakað kann verða. Og hevur tú ikki sjálvur staðið í støðuni, er tað ógjørligt at ímynda sær, hvusssu tað kennist at sita eftir. Men Tummas hevur ongantíð góðtikið, tá onnur beinleiðis hava sloppið sær burtur, fyri at sleppa undan at standa andlit til andlit við hann.
Í byrjanini upplivdi eg nakrar ferðir, at fólk smoygdu sær yvir á hina gongubreytina. Tað kendist ræðuligt og fekk meg at hugsa, Eri eg veruliga ein sovorðin, fólk helst ikki vilja møta?. Men samstundis tók eg synd í teimum, at tey ræddust mítt sjálvmorð so illa, at tey ikki toldu at hoyra tað verða nevnt. Tað hjálpir ongum at tiga slíkt í hel, sigur Tummas, og tí fekk sjey ára gamla dótturin eisini eitt svar, tá hon ein dagin spurdi, hví Kristian doyði.
Vit søgdu, at hann vildi ikki liva meir. Enn hevur hon ikki spurt hví ella hvussu, men tá teir spurningarnir koma, fær hon eisini eitt svar. Søgan um Kristian skal ikki verða nakað loyndarmál tað er jú eisini søgan um ein fittan ungan drong, sum í dag hevði verið 24 ár og uttan iva í holt við eina hægri útbúgving kendi eg Kristian rætt ...
Ivin fer altíð at spøkja, men innast inni veit eg, at eg gjørdi, hvat eg kundi fyri at geva Kristiani eitt gott lív. At eg ikki fekk møguleikan at hjálpa honum til allarsíðst, má eg bara liva við, tí tað fær ikki verði øðrvísi.