Sonurin vann

Forsetaval hevur verið í gamla sovjetlýðveldinum Aserbajdsjan, og sum væntað vann Ilham Alijev valið. Hann er sonur fráfarandi forsetan, Heidar Alijev.

Sambært valnevndini fekk Ilham Alijev meiri enn tey 50 prosentini av atkvøðunum, sum vóru neyðug fyri at vinna valið. Tað var greitt, longu tá góð 70 prosent av atkvøðunum vóru taldar. Tann, sum hevði fingið næstflestar atkvøður, hevði bert fingið góð ellivu prosent. Andstøðan í Aserbajdsjan hevur leingi lagt myndugleikarnar unvir at hava havt ætlanir um valsvik, og illgrunin er ikki minkaður aftan á valið.

Ilham Alijev skal taka við eftir tann 80 ára gamla faðirin. Hann hevur livað illa í seinastuni.