Siðani Flemming Raben fyrr í ár varð settur frá sum venjari hjá kyndilskvinnunum, hevur tað verið Bárður Johannesen, sum hevur staðið við stýrisvølin.
Orsøkin til, at Bárður nú gevst í hesum sessi at, at hann um summarið er málverji á besta mansliðnum hjá HB, og tískil ikki hevur stundir til hondbóltin, nú fótbóltsvenjingin aftur er byrjarð.
Hetta hava báðir partar tó verið fullgreiðir yvir alla tíðina, og hevur hetta tíksil bert verið roknað sum ein fyribils loysn.
Loysnin fyri restina av kappingarárinum er nú funnin, og er hon, at Sophus Dahl Christiansen, sum í ár venur besta mansliðið hjá Kyndli, eisini skal taka sær av kvinnuliðnum, hetta til kappingarársenda.
Sophus hevur annars vant kvinnurnar hjá Kyndli seinastu trý kappingarárini, har tað m.a. er vorðið til tvey FM-heitið. Sjálvur heldur Sophus eisini, at hetta er hin mest náttúrliga loysnin, tí hann kennir so at siga allar leikararnar, og at tveir mánaðir hevði verið alt ov stutt tíð hjá einum møguligum nýggjum venjara. Serliga um hesin ikki var væl kendur við leikarahópin frammanundan.