Tá 50 ár vóru liðin í februar 1994, var minningarfrásøgn um hesa hendingina og somuleiðis tveir sangir, sum vóru yrktir í 1944 um skaðatilburðin.
Men seinni er tað komið fram, at ein triði sangur eisini varð yrktur um hesa vanlukkuna, men hann er ongantíð komin alment fram, og tann sum yrkti henda sangin var abbi okkara, Christian M. Christiansen, Porkeri.
Soleiðis sum pápi okkara Johan Christiansen, Porkeri, nú 93 ár, minnist sangin, verður hann prentaður her.
Er tað onkur, sum hevur henda sangin í varðveitslu ella minnist okkurt brot, sum ikki er við her, verður viðkomandi vinarligast biðin um at gera vart við seg.
Heilsan
Kristina Magnussen
Vágur 7. febr. 05
Lag: Klynke og klage
1
Sorgarboð tungu nú ganga um landið,
ei er tað fyrstu ferð, at hetta sker,
slitið bleiv kærasta hjúnabandið,
sonur við pápa í ferðini er.
2.
Tveir vóru bundir við brøðranna bandi,
fýra í tali var manningin øll,
um middag »Louisa« hon legði frá landi,
klikkini hoyrast so títt og so snjøll.
3.
Gingu tey saman í svikaráðum
stormurin sterki og aldan harvið,
týna vit skulu alt manndómsins verkið,
ikki eitt borð lata eftir eg vil.
4.
Brúsandi aldan móti klettinum brýtur,
sigrandi hásong hon syngur í dag,
vinmaður hennara stormurin súsar,
verk teirra fella so væl tá í lag.
5.
Østust tey upp tá í megi og veldi,
ongin á foldini sá teirra neyð
uttan tann skúmandi ? froysandi bára
og onkur fuglur á leiðini fleyg.
6.
Manga tit veiðina drógu av grunni,
tykkara lutur at fiska jú var,
hana so væl tú í skutunum goymdi,
til hon sum silvur á støðini lá.
7.
Veðrið tað versnar, sum dagurin líður,
tá kvøldið er komið, tá vorðin er ónd,
barnið tað trýstir andlit mót rúti,
starir ta út í ta kolasvørtu nátt.
8.
Báturin var millum okkum eitt prýði
stórur og sterkur og vakur hartil,
aldurnar skar hann og streymarnar stríðu,
mangur í bygdini sakna hann vil.
Christian M. Christiansen