Sorgartár

Í Oyndarfirði syrgja man mangt hjarta-
deyðin kom so brádliga á gátt-
unglingar við sínum ljósu dreymum
vøkru stjørnur slóknaðu so brátt.

So vinarligir glaðir hesir dreingir
millum vinir nógvar taldust teir
hvønn ein dag í sinninum so lættir
ímillum okkum ei teir teljast meir.

Hjá foreldrum, systkjum og hjá øllum
søltu tár á kinni renna frá
klødd í sorgarbúna eru hjørtu
tí teirra andlitsbros ei aftur sá.

Hesar stjørnur sum øll gleddust yvir
til annan bústað fluttar eru tær
djúpt í hjarta goymast góðu minnir
í rósingarði aftur fevnast har.

X