Sorgblítt farvæl

Góðu ferðafólk. Vit biðja orsaka seinkingina av Tvøroyri. Veðrið á veg suðureftir og lastingin av skipinum hava seinkað okkum nakað. Norðuraftur til Havnar verður veðrið av tí besta. Skipari og manning ynskja ferðafólki ein góðan túr
Soleiðis ljóðaði úr hátalaranum á einum av seinastu túrunum við gamla Smyrli.

Hóast fleiri av ferðafólkunum noyddust at finna sær spýggibakkan fram, sá veðrið ikki út til at órógva manningina stórvegis. 18 fólk sigla vanliga við Smyrli, og fyri tey øll bíðar ein rættiliga kollveltandi broyting fyri framman á teirra arbeiðsplássi, tá nýggi Smyril fer í sigling. Spenningurin er stórur, men tað er samstundis við sorgblídni at óvanliga trúfasta manningin sigur farvæl við gamla skipið.