Sorgblítt og løgið at rudda Skarv

Sosialurin: – Tað er altíð syrgiligt, tá ein epoka doyr út. Men munnu føroyingarnir ikki yvirliva kortini?

Soleiðis sigur Siri Thorsteinsson, sum saman við pápa sínum Dánjal Petur Thorsteinsson nú er í gongd við at rudda skeinkistaðið Skarv hjá føroyingunum í Keypmannahavn seinastu hálvu øldina.

Sosialurin var inni á gólvinum, tá tey ruddaðu upp fyrr í vikuna, nú Skarv hevur latið aftur fyri seinastu ferð. Lesið áhugaverda reportasju í Sosialinum.

Lesið eisini um Daniu Tausen, sum hevur fingið Ebbu-virðislønina fyri í ár.

Rithøvundafelag Føroya hevur latið Daniu O. Tausen ársins Ebbu-virðisløn fyri sínar yrkingar og sangtekstir og fyri evnini at breiða skaldskap og yrkingar út á føroyskum. Ein stórur heiður, sigur høvuðspersónurin, sum nú gongur nýggjar skaldsligar leiðir.

Lesið samrøðu við Daniu Tausen í Vikuskiftis Sosialinum.

Í blaðnum er eisini stórt kappróðrarblað, nú kappróðurin byrjar á norðoyastevnu í morgin.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu keypa blaðið á www.sos.fo