Sorgin er ein nýggj byrjan

- Tann kristna vónin hevur borið meg ígjøgnum sorgina. Eg havi verið í stríð við Gud, men tað nyttar einki. Tíbetur fata vit ikki heilt í byrjanini, at barnið er farið og vit ongantíð skulu síggja tað aftur. Eg havi altíð havt ringt við at foreina meg við tann tankan, sigur Fríðbjørg Jensen á Sandi, sum hevur mist trý børn

 

VIÐTAL

Turið Kjølbro


- Tað er umráðandi at geva sorgini tíð, ikki skunda tær, men bera hana við toli. Tá ið tú ert komin ígjøgnum sorgina, ert tú annaðhvørt eitt ríkari ella fátækari menniskja. Sorgin er tung, men eisini ein vinur, tí uttan sorg er tómrúmið eftir tann, tú hevur mist, størri, sigur Fríðbjørg Jensen.

Vit sita heima hjá Fríðbjørg Jensen á Sandi. Í hugnaliga køkinum hevur hon borðreitt við morgunmati fyri okkum. Á vegginum hongur mynd, sum ímyndar eina boða, sum aldurnar skola inná. Friðaligi jólatónleikurin í bakgrundini verður avbrotin av og á av telefonini.

- Eg eigi góðar vinir, sum hugsa um meg, sigur hon, tá ið hon leggur rørið á.

Vit sessast við borðið at práta um hennara lív og serliga tann stóran missin, hon hevur verið fyri. Sjey børn hevur hon føtt, trý teirra eru deyð. Tað fyrsta, ein genta, livdi bert eina løta, tað næsta ein sonur, sum doyði í ferðsluvanlukku í 1993, og tað seinasta, ein dóttur, ið gjørdist 30 ára gomul, sum doyði júst fyri einum ári síðani.



FRÍÐBJØRG er fødd og vaksin upp í Skopun. Kemur, sum hon sjálv sigur, frá einum góðum og trúgvandi heimi. Yngsta av fýra systkjum, tríggir beiggjar vóru, tveir teirra eru farnir í bestu árum.

- Sum barn varð eg rættiliga forkelað, men uppá ein sunnan máta. Fekk eina góða barlast í barnaheiminum, sum heilt vist hevur hjálpt mær ígjøgnum lívið. At missa fyrsta barnið, sum eg hevði glett meg so nógv til, var fyrsti mótgangurin eg fekk í lívinum, greiðir Fríðbjørg frá.

Meðan børnini vóru lítil, var Fríðbjørg heima, tó í nøkur ár var hon dagrøktarmamma eins og hon eisini hevur arbeitt á flakavirki. Í 1998 flutti familjan til Esbjerg at búgva eina tíð. Meðan tey vóru í Esbjerg fóru Fríðbjørg og maðurin hvør til sín. Seinasta árið hevur Fríbjørg búð á Sandi saman við yngsta soninum.

- Tá ið tú hevur mist eitt barn, verður tú meiri bangin sum mamma. Eg havi altíð leitað eftir mínum børnum, tá ið tey hava verið úti og spælt. Tryggast var eg, tá ið eg hevði tey øll rundan um meg, sigur Fríðbjørg.

ALTÍÐ HEVUR HON verið serliga bangin um Herálv, sum er næst elsti sonur hennara, meiri bangin um hann, enn um hini børnini.

- Tað er kanska tí, at hann líktist mær so nógv. Hann var eitt sindur buldrasligur og villur, og hugsaði nógv um bilar. Honum dámdi ógvuliga væl at vera úti í natúruni, at klatra um tað skuldi vera, greiðir Fríðbjørg frá.

Hon minnist týðiliga og klárt ta náttina í juni í 1993, tá tað bankaði á hurðina. Herálvur og fýra vinmenn vóru farnir til Søltuvíkar við bili, har teir skuldu sova í telti. Kortini vóru teir farnir ein biltúr, og á veg til Skopunar misti førarin tamarhaldið á bilinum. Hann fór inn í ein bakka, og Herálvur er helst deyður á staðnum.

- Teir vóru vaksnir, so sjálvsagt kundu vit ikki halda teimum aftur. Hetta kvøldið hevði eg hug at fara út at leita eftir honum, meg lat vera. Legði meg at biðja fyri honum, sum eg altíð gjørdi, tí har sum mín hond ikki rakk, visti eg at ein onnur hond rakk. Og eg veit, at hon eisini rakk ta náttina, hóast Herálvur varð tikin frá okkum.

- Tá ið tað bankaði á dyrnar, visti eg næstan beinanvegin, at okkurt var hent Herálvi. Tá ið maður mín kom upp trappurnar, spurdi eg hann, um Herálvur var deyður. Ja, svaraði hann, og tað er tað svárasta ja eg havi hoyrt. Tað var sum eg varð lammað. Alt steðgaði upp. Tá ið sólin kom upp henda summarmorgunin, kvakk eg við og undraðist. Eg sá, at bilar koyrdu uttanfyri, fólk gingu á vegnum, og at alt gekk sína vanligu gongd uttandura. Tað var bara innan í mær, at alt varð steðgað. Eg hugsaði, at eg doyði, men tá ið so hini børnini so smátt um smátt vaknaðu visti eg, at eg mátti ikki doyggja.

Herálvur gjørdist 19 ára gamal. Fyri teim smæstu, sum vóru 9 og 6 ár, máttu foreldrini greiða frá, at Herálvur var deyður.

- Tað var ógvuliga svárt fyri teir at missa beiggjan. Í fyrstuni høvdu teir ilt við at trúgva, at beiggi teirra var burtur. Vit søgdu teimum, at Jesus hevði brúk fyri honum, og kanska skiltu teir, at her á jørð var ikki alt so gott. Teir vita, at heima í himni er alt gott, tað hava teir ongantíð ivast.

- Eg veit ikki, um míni børn hava verið líka sterk sum eg, men tey eru sterk, og eg ivist ikki í, at tað er tí, at tey eru upplærd frá beinsbeini av, at tað er ein himmal. Tann kristna vónin hevur borið tey eins væl og meg ígjøgnum sorgina, at tað er eitt lív eftir hetta.



TÍÐIN EFTIR, at Herálvur var farin, var ógvuliga ring.

- Eg kann minnast afturá, at eg onkuntíð var í stríð við Gud. Eg ákærdi hann fyri tað hann hevði gjørt ímóti mær og mínum, og kravdi eina forkláring frá honum, sigur Fríðbjørg, sum nú tekur Bíbliuna í hondina. Fyri okkum lesur hon eitt ørindi, sum hon fekk við at taka eitt mannakorn. Ørindið stendur í fyrra Pætursbrævi, kap. 1. ør. 5-7: »Tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð. Í henni gleðast tit um tit sum nú stutta tíð - tá ið so skal verða -, hava sorg í alskyns royndum, fyri at roynda trúgv tykkara, sum er mangan dýrabærari enn hitt forgeingiliga gull - og tað verður tó roynt við eldi - kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering, Jesu Krists«.

- Ørindið sigur mær, at Gud vildi royna meg og mína trúgv. Eg visti tá, at tað nyttaði einki at fara ímóti Gudi. Fór eg ímóti honum, var tað eg sum tapti, sigur Fríðbjørg, sum leggur afturat, at vit ikki altíð skulu hava svar uppá alt.

- Gud er so stórur, at vit ikki kunnu fata alt sum hann ger. Vit høvdu ikki klárað at vita alt. Gud leggur ikki byrðar á okkum, hinvegin loyvir hann, at ymiskt hendir. Hann loyvdi, at Herálvur skuldi fara frá okkum. Gud hevur ikki slept okkum. Sorgin hevur verið stór, men uggin ikki minni. Vit hava upplivað, at sæl eru tey sum syrgja.



JÚST FYRI EINUM ári síðani varð dóttir Fríðbjørg, Heidi, sum var 30 ára gomul, borin til jarðar í Havn. Heidi doyði frá manni og tveimum døtrum, 7 og 1 ára gomlum, í Esbjerg, har hon gekk í skúla. Í nakrar dagar hevði hon kent seg ússaliga, og tá ið støðan ikki broyttist, varð hon innløgd á sjúkrahús.

- Vit hildu í byrjanini, at tað var umfarssjúka. Men hon gjørdist ikki frægari, heldur tvørturímóti versnaði støðan.

Fríðbjørg minnist væl hesa sunnunáttina, tá ið hon kom á sjúkrahúsið við Heidi.

- Kalt var í veðrinum, himmalin var myrkur og stjørnurnar bjartar. Hóast Heidi var illa sjúk, hugdi hon upp í himmalin og segði við meg: mamma, hygg, hvussu bjartar stjørnurnar eru í kvøld.

Á sjúkrahúsinum varð Heidi kannað, uttan tó at funnið varð fram til, hvat bagdi henni.

- Sunnumorgunin var Heidi ikki til at fáa at vakna, bara hugdi upp á okkum og smíltist. Støðan versnaði út á dagin. At enda kom hon í respirator, og vit vóru inni hjá henni eina løtu. Stutt eftir at vit vóru farin frá henni, fór alarmurin í gongd. Hjartað var stegðað og hóast læknar arbeiddu uppá hana í ein lítlan tíma, fingu teir ikki lív í hana aftur.

- Eg græt og græt, men eg visti, har var einki at siga og einki at gera. Kortini gjørdi eg upp við meg sjálva beinanvegin, at eg mátti víðari, ikki minst fyri børnini og døturnar hjá Heidi. Eg kundi verðið ill, tí hví skuldi Gud taka Heidi frá okkum, hon átti tvær døtur, sum hon var so góð við. Men tað nyttar einki at verða ill, tað gevur mær ikki Heidi aftur og sjálv havi eg tað ikki gott, tá ið eg eri ill. So eg hugsaði, at Gud hevði tikið Heidi frá mær tvær ferðir áður, - tá bønaði og bað eg hann um, ikki at taka hana. Hann hevði givið mær hana til láns í tíggju ár afturat og tað var eg glað fyri. Tað er ikki sum vit vænta og ætla, tí tað er Gud sum ræður. Tað havi eg ásannað so mangan.



HENDA UNGA kvinnan hevði verið fyri nógvum sum yngri. Tá ið hon var 20 ára gomul steðgaði hjarta hennara at sláa uttan ávaring, meðan hon var til arbeiðis. Hjartað hevði verið slókt í 5 minuttir áðrenn hon fekk hjálp. Portørar fingu hjartað í gongd aftur, men tað steðgaði aftur á veg á Landssjúkrahúsið. Komin hagar fingu læknar aftur lív í Heidi.

- Tað var eitt stórt undur, at hon ikki doyði. Eg rópti á Gud í míni neyð, rópti og bað um, at hann ikki mátti taka hana frá okkum. Í dag síggi eg, at eg ikki var klár at missa hana. Veit ikki, um ein nakrantíð er klárur at missa eitt barn, men kanska skuldi eg ikki missa hana tá.

Støðan hjá Heidi var hættislig í nógvar dagar, men hon kom fyri seg aftur. Á Ríkissjúkrahúsinum varð hon kannað, men eingin orsøk varð funnin, sum kundi geva eina ábending um, hví hjartað hennara var steðgað.

Árið eftir komu somu boðini. Heidi hevði aftur fingið hjartasteðg á arbeiðsplássinum. Tíbetur var eitt fólk statt har, sum kundi geva henni fyrstuhjálp og tískil gjørdist støða hennara ikki so hættislig sum fyrru ferðina. Heldur ikki hesu ferðina funnu læknar út av, hví hon hevði fingið hjartasteðg, men teir vórðu tó samdir um at seta eitt tól til hjartað, sum slær til, tá ið vandi er fyri, at hjartað steðgar. Skurðviðgerðin gekk ikki væl, Heidi píndist nógv og stríddist fyri lívinum.

- Eg orkaði ikki at síggja hana pínast so. Eg rópti til Gud og bað hann taka hana um tað var tað, hann vildi. Men støðan broyttist hendan dagin og Heidi fekk tað betri. Gud vildi hava meg hartil, at eg skuldi tora at siga, at hann kundi taka hana.

Eftir hetta livdi Heidi væl og hevði ikki trupulleikar við hjartanum.



HVØRJA FERÐ er sorgin ein nýggj byrjan. Eitt áðrenn og aftaná.

- Fyrsta tíðin, eftir at hava mist eitt barn, er ræðulig. Barnið er burtur og kemur ongantíð aftur, men alt tað hesin persónurin var og átti, er framvegis har. Tað ræðuligasta er koma til sættis við ongantíð at síggja og hoyra barnið aftur. Eg havi altíð havt ringt við at foreina meg við tann tankan. Tíbetur fata við ikki heilt í byrjanini, at barnið er farið. Tað er ein uggi, tí skiltu vit alt so klárt, hevði nógv verið øðrvísi, sigur Fríðbjørg.

- Børnini eru altíð í mínum hugaheimi, men við tíðini verður alt betri hóast tað tekur langa tíð, men eg veit ikki, um vit nakrantíð góðtaka heilt, at tað skal vera so. Eg plagi at siga, at man kemur aldri yvir tað, men man kemur ígjøgnum tað.

At missa tvey børn sjey ár millum, krevur ein sterkan persón, og Fríðbjørg heldur, at hon, tá ið Heidi doyði, var betur brynjað og sterkari, enn tá ið hon misti sonin.

- Saknurin er tann sami, og sorgin tann sama. Kanska er munurin tann, at eg havi verið við at missa Heidi fleiri ferðir. Ótilvitað havi eg helst verið bangin øll hesi árini at mist hana.



Í MUN TIL ONNUR heldur Fríðbjørg ikki, at hon er so hart roynd av lívinum.

- Nógv fólk úti í heimi missa og hava mist alt og øll tey eiga. Kríggj, neyð og líðingar eru alla staðni, og tá kann eg ikki siga, at eg havi tað ringast. Hús, bil og annað eigi eg ikki, men hvat nyttaði, um eg átti tað. Eg kenni meg ríka, tí eg gleði meg um lívið. Eg havi mist, men eg eigi hóast alt fýra børn og trý ommubørn, familju og nógvar góðar vinir. Lívið hjá mær er ikki fátækari í dag, eg elski lívið og elski at liva. Og tað er nógv eg skal náa, sigur hon, og sipar til sangin og guitarin, sum hon elskar.

- Í teim svárastu løtunum spretta teir bestu sangirnir. Sangurin og mítt lætta sinnalag hava borið meg væl ígjøgnum alt.



FYRI SLØKUM TREDIVU árum síðani varð Fríðbjørg umvend. Hóast vaksin upp í einum trúgvandi heimi, livdi hon ikki sum ein trúgvandi, sigur hon sjálv. Hon gekk í dansi og sang til dans.

- Eg var friðleys. Alt var ein sjálvfylgja. Tá ið eg varð frelst, sá eg hvussu óglað eg hevði verið og hvussu lítið eg hevði mett alt. Eg eri nógv glaðari í dag, sigur Fríðbjørg.

Ein sterk kvinna, sum stendur óvikandi í trúnni. Hvørs fatan til lívið og deyðan ikki er broytt, hóast hon hevur mist so nógv. Ein kvinna, sum tú ikki kanst hava annað enn stóra virðing fyri.



JÓLINI STUNDA til og tey verða hesu ferð hildin heima.

- Jólini verða ongantíð tey somu aftur, ikki hjá nøkum av okkum. Kenslurnar eru ógvuliga eymar og hvør hjartastrongur er spentur, men eg gleði meg til jóla kortini. Eigur tú røttu jólagleðina, kann eingin taka hana frá tær.

- Góð jól, sigur hon, nú vit fara. Gleðilig, vil hon ikki siga, tí gleðilig verða tey aldri aftur. . .