Sorin er ársins venjari

Í atkvøðugreiðsluni hjá Venjarafelag Føroya var tað tætt millum tveir teir fremstu

Mynd: Venjarafelag Føroya

Fyrr í vikuni var søgan, at nú skiljast Sorin Anghel og Skála. Í kvøld veit Venjarafelag Føroya at siga, at felagið hevur kosið Sorin Anghel at vera ársins venjara í næstbestu fótbóltsdeildini.

 

VFF skrivar soleiðis í kvøld:

 

Sorin Angel, sum rættuliga sannførandi tryggjaði Skála uppflyting, hevur vunnið ein persónligan heiður fyri avrikið. Sorin er valdur til ársins venjara hjá monnum í 1 deild av limunum í venjarfelagnum.

 

Tað var stórur spenningur um hvør skuldi fáa heiðurin, tí tað var seta javnt millum serliga Sorin sum fekk 31,5% av atkvøðunum og Ólavur Mikkelsen hjá Víkingi sum fekk 29,6 % av atkvøðunum. Richard Goffe hjá B71 fekk 22,2% av atkvøðunum.

 

Sambært heimasíðuni hjá VFF hava hesir áður vunnið heiðurin at vera ársins venjari í næstbestu deildini:

 

2017: Jóhan Petur Poulsen ( Víkingur )

 

2018: Jóan Hendrik ( Hegga ) Samuelsen ( ÍF )

 

2019: Jóhan Petur Poulsen ( Víkingur )

 

2020: Heðin Askham ( 07 Vestur )

 

Mynd: Venjarafelag Føroya