Sorin hevur longt sáttmála

Skála og Sorin Anghel hava í kvøld longt samstarvið

Skála og Sorin Anghel hava í kvøld longt samstarvið, so Sorin Anghel heldur fram sum venjari komandi kappingarár. Sorin Anghel segði við FM1 fyri nøkrum vikum síðani, at hann væntaði at halda fam í felagnum, og tí kvøld hevur hann gjørt álvara burturúr tí. Tað boðar felagið frá á Facebook.

- Hóast gongdin í ár ikki hevur verið til vildar, so er ongin ivi um at Sorin, saman við restini av venjaratoyminum, hevur lyft liðið og ávirkað hugburð og stríðsviljan. Enn er als onki avgjørt í kappingini hjá betri monnum, og avgerandi dystur verður móti AB eftir landsliðssteðgin. Men nú er so greitt, at óansæð hvussu kappingarárið í ár endar, so eru partarnir samdir um at halda áfram við samstarvinum komandi kappingarár. Sorin hevur eitt hjartað fyri at byggja nakað upp í felagnum, og vera við til at menna spælaratilfeingi sum vit hava, skrivar felagið.

Felagið hevur longu longt sáttmálan við fýra av evnaríku spælarunum í felagnum. Talan er um Andreas Egeberg Jacobsen, Jan Ingason Hansen, Kristian Martin Jakobsen og Poul Kallsberg. Komandi dystur verður móti AB.