Sorl í lokauppgerðini

Kyndil-Neistin 14-28 (5-11)

Kvinnuliðið hjá Neistanum lat ongan iva vera um, hvør eigur besta liðið í høvuðsstaðnum, tá tær sunnudagin góvu Kyndli ein rættiligan bank

 

Hondbóltur


Eftir kvinnudystin sunnudagin ímillum Kyndil og Neistan, er einki at ivast í, hvat felag hevur sterkasta kvinnuliðið í høvuðsstaðnum. Tølini lúgva sjáldan, og tað at Neistin megnaði at skjóta tvífalt so nógv mál sum Kyndil, boðar eisini frá einum risastórum styrkismuni.


Eitt lítlan vørr

Fyrstu løtuna av dystinum var tó ikki nógv, sum bendi á, at munurin skuldi gerast somikið stórur ímillum liðini bæði.

Neistin var helst tað liðið, sum byrjaði betri, men eftir eina sera nølandi byrjan, kom Kyndil tó meira við í spælið, og tær vunnu seg eisini heilt nær Neistanum, men tá Neistin fram móti endanum av hálvleikinum vann sær góðan fyrimun í tveimum yvirtalsstøðum, skrædnaði millum liðini bæði.

Í seinna hálvleiki syrgdu tær bláu alt fyri eitt fyri, at sjógvur varð lagdur ímillum liðini, og so var liðugt hjá Kyndli. Stríðsviljin, sum annars hevði verið sjónligur stóran part av dystinum, var nú fullkomuliga horvin, og hóast trygga leiðslan gjørdi, at nærlagnið á Neista-liðnum hvarv til tíðir, so nart hetta ongan tíð við tann veruleika, at talan fór at gerast um ein sigur av teimum heilt tryggu.


Mugu stríðast

Hóast Kyndil neyvan fær nýtt úrslitið í dystinum til nakað sum helst, so staðfesti dysturin um ikki annað, at tað er neyðugt hjá liðnum at stríðast sum ein heild, um úrslitini skulu batna.

Eftir at liðið í fjør misti somikið nógv av fólki, at allar vónir um eina heiðurliga endastøðu mundu hvørva, sær munandi betri út í so máta hetta kappingarárið. Nakað av frágongd hevur tó verið aftur hetta árið, men hinvegin skuldi tilgongdin av leikarum verið somikið stór, at tað skuldi vigað upp ímóti.

Tað er tó ikki nóg mikið, bert at hava góðar leikarar, um úrslit skulu røkkast. Stríðsviljin eigur eisini at vera til staðar, og hesin manglaði í ólukkumát sunnudagin. Fyri viku síðani sýndu tær í dystinum móti Stjørnuni, at liðið kann spæla upp ímóti teimum stóru, men hesaferð fingu tær so eisini prógv fyri, at hetta ikki gerst uttan ein stóran innsats frá hvørjum einstaknum leikara.


Bílig bakgrund

Nú tveir dystir eru farnir av kappingini, er Neistin á odda í kvinnudeildini. Kanska hevur bakgrundin verið heldur bílig, men liðið hevur tó í løtum sýnt, at tær væl eru førar fyri at spæla heilt góðan hondbólt, og aloftast er liðandin eisini í topp, so tað kann væl verða, at liðið aftur í ár fer at gera seg galdandi í heiðursmerkjarøðin.

Ikki minst er tað ein sera stórur styrkur, at liðið nú aftur hevur Gunnleyg Berg at dúva upp á í strikuspælinum. Eftir eitt ár í Íslandi er sjónligt, at hon hevur tikið seg sera nógv fram ? bæði tekniskt og taktiskt ? og ikki minst koma evni hennara til sín rætt í verjuspælinum.

Har umframt tykist liðið eisini at vera væl mannað á bakplassunum, tó at tað kanska er í væntandi breiddini á hesum, at størsti veikleikin á liðnum skal finnast. Enn hevur hetta tó ikki kostað nakað, men spurningurin er so, um liðið sleppur eins óskalað ígjøgnum dystirnar, tá mótstøðan verður størri. Fyrsta ábendingin um hetta fæst helst longu hósdagin, tá Stjørnan kemur á vitjan.


Dysturin í tølum:

Kyndil-Neistin 14-28 (5-11)

Málskjúttar:

Kyndil: Annika Ljósstein 6(2), Ann Hansen 3(1), Lotte Sørensen 3(1), Marjun Tróndarsson 1, Maina Rubeksen 1

Neistin: Gunnleyg Berg 7, Katrin á Neystabø 6(1), Birita Wardum 5, Kára á Dunga 4, Rakul Augustinussen 3(1), Mildrid Jacobsen 2, Susan Brockie 1

Brotskøst: Kyndil 7, Neistin 2

Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 5

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jústines Justinussen. Tóktust hava tamarhald á dystinum, men við hvørt kundi ein ynskt sær størri konsekvens í dømingini.