Gordon Ejdesgaard
Undir yvirskriftini: "Sorl í Suðuroy" skrivar Sosialurin 7. januar um støðuna innan fiskivinnuna í Suðuroynni. 89 suðuroyingar afurat hava mist arbeiði. Nevnt verður at virkini í Vági og Hvalba hava givið so stórt hall, at Fiskavirking ikki kann reka flakavirkið í Hvalba og saltfiskavirkið í Vági víðari. Ì sjónvarpinum sama kvøld varð nevnt, at hvalbingar óiva hvørki høvdu kapital ella vitan á nóg høgum støði til henda raksur. Her er sostatt tørvur á peningi og management.
Tað er so at vísa seg sum ein afturvendandi trupulleiki inna høvuðsvinnu okkara: peningur og management. Ein kann spyrja: " hvussu ber tað yvirhøvur til at ein fiskivinnutjóð kann vera til undir hesum umstøðum?". Her skal vera nomið við nakrar av høvuðstrupulleikunum í hesum talvi. Eru tað t.d. finnurnar sum taka tær stóru avgerðirnar, meðan officerarnir sita hendur í favn? Ella kanska sita officerarnir og ofra nakrar finnur av strategiskum orsøkum. Kjarnin er jú at vinna, tá samanum kemur. Og her eiga vit at síggja soleiðis at talvborðinum: Øðrumegin situr Fiskavirking og hinumegin kappingarneytin í útlandinum.
So hvør man orsøkin vera til at leikurin- 89 suðuroyingar eru arbeiðsleysir- knappliga var leiktur?
Her skulu vit hyggja eitt sindur at búskaparligu fortreytunum fyri virkisrakstri og avleiðingunum av hesum.
Dømi er gjørt so einfalt sum gjørligt, so ikki er neyðugt at vera búskaparfrøðingur fyri at skilja tað.
Talan er um eitt flakavirki, sum eisini selur framleiðslu sína. Søluprísurin fyri kg er kr. 30. Framleiðslukostnaðurin sum er keypsprísurfyri kr. 20 pr. kg og arbeiðsløn kr. 5 pr. kg.Vit síggja burtur frá øðrum kostnaði í hesum sambandi ( talan kundi verið um t.d. streym, reingerð, arbeiðsklæðir og tílíkt). Gera vit upp hava vit:
Søluprísur kr. 30
- Keypsprísurkr. 20
- Arbeiðslønkr. 5
Avlopkr. 5
Her hava vit eitt dømi um, at tað loysir seg at hava eina framleiðslu. Avlop er.
Men nú skulu bæði bókhaldarin, skrivstovufólki og stjórin eisini hava løn. So her skulu nógv kilo keypast, framleiðast og seljast áðrenn alt er goldið. Henda trupulleika latið eg liggja til eina aðru ferð. Men øll skilja óiva, at eitt virki skal hava eina leiðslu. Aftur til omanfyri standandi roknistykki.
Í útgangsstøðuni sær hetta ljóst út. Men hvat nú um fiskimaðurin knappliga skal hava 25 kr.og ikki 20 kr. fyri kg? So hevur virki einki avlop. Og virki má tískil lata aftur (Hvalba?) Ella at arbeiðslønin hækkar, so er avlopið kanska ov lítið. Og vit lata aftur. Hinvegin kunnu vit geva leiðsluni bóltin: syrgið fyri at fáa ein hægri søluprís! So verður avlopið størri.
Vit hava tríggjar partar, sum allir berjast um meirvirði: fiskimannin, arbeiðsfólki á flakavirkinum og leiðsluna. Men letur tað seg t.d. gera " at sejre ad helvede til?", soleiðis at skilja, at tað er " høga" arbeiðslønin, sum ikki er til at vika, sum ger, at virki letur aftur? Ella er tað kanska fiskimaðurin, sum fær so høgan prís, at tey "fátæku" fiskavirkini ikki fáa hendur á fiskinum?
Givið er, at leiðslan veit sera væl hvat keypsprísurin pr. kg ikki skal fara upp um. Orsaka av at m.a. arbeiðslønin er givin frammnundan (sáttmálabundin). So verður keypsprísurin ov høgur á fiskamarknaðinum verður einki keypt.
BINGO. Endamálið við Fiskavirking er í eygsjón- vit steingja har arbeiðslønin íalt er ov stór fyri tað einstaka virki. Her hava vit rationellan virkisbúskaparligan hugsunarhátt. Ella um ein vil: tann sterkasti hórar undan. Ella skorið í papp:tey virkini sum eru kapitalsterkast hóra undan.
At arbeiðsmannafeløgini eru greið yvir støðuna, er væl einki at ivast í. Men her vikast ikki. Arbeiðslønin er har hon er, so má svíða sum svøllur. Kann tað hugsast, at tess sterkari fakfeløgini eru, størri eru líkindini fyri, at virkini fara av knóranum?
Ein og hvør sær at hetta bert er byrjanin til, at tann flyting vit higartil hava sæð, fer at halda fram. Serliga úr Suðuroynni. Og hagtølini eru greið. Størstu fráflytingina eigur Suðuroyggin.
Ein kann so siga, at kjakið um bygdamenning hevur tørvað tað mest týdningarmikla: hvussu fáa vit vøkstur í útjaðaranum: við at flyta eina almenna deild á bygd? ella at varveita og útbyggja fiskivinnuna á bygdunum? Eingin vøkstur í útjaðaranum kemur av at flyta nøkur almenn arbeiðspláss á bygd. Men seinasti seymur verður settur í, tá almenna deildin flytur av bygd til Havnar. Hetta liggur á teknibrettinum í landsstýrinum.
Ein kann loyva sær at spyrja um hetta at lata virkini aftur er tilætlað sæð frá virkisleiðsluni. Svarið er tað er tað ikki. Latið verður ikki aftur fyri at lata aftur. Grundgevingin er, at Fiskavirking sum partafelag ikki kann loyva sær at reka eitt virki sum gevur hall, kann eitt annað virki geva meira vinning. Gátuført? Ja, men búskaparligur logikkur. Og so tað sum kanska er mest torskilt: at Fiskavirking letur eitt virki aftur hóast hetta gevur vinning. Enn einaferð gevur hetta meining, um tað at lata virkið aftur gevur størri vinning á einum øðrum virki. At halda at vinningur er trygd fyri framhaldandi rakstri er at vera sera bláoygdur. Her hava vit júst rakt seymin á høvdi! Gandaorðið innan virkisbúskap: "gevinstmaksimering". Frammanfyristandandi eigur at hava víst lesaranum, at arbeiðsfólkið onga trygd hevur. Heldur ikki um virkið gevur vinning/ yvirskot.
So hevur eitt av endamálunum við P/F Fiskavirking verið at gera eitt partafelag, sum skal fáa fiskivinnuna at geva vinning, so eru vit á rættari kós. Og- ábyrgdin av bygamenningini er flutt til P/F Fiskavirking. Politikkararnir kunnu tváa hendurnar. Og fráflytingin heldur fram. Fyrst og fremst úr Suðuroynni. Tilætlað? Tja- tað kann lesarin sjálvur "gita" sær til.
"89 suðuroyingar afturat mist arbeiði" var yvirskriftin á blaðsíðu 5 í Sosialinum. Hagtøl, tilvild, ella beiskur búskapur? Havi sett nógvar spurningar í hesi grein. Nakrir av teimum føra óiva við sær aðrar spurningar. Í mínum hugaheimi føra allir til sama spurning: Hvat vilja vit? Her hava vit, eftir mínum tykki, størsta trupulleikan, nevniliga at leggja eina framtíðarætlan/ politiska strategi vit kunnu vera felags um. Her kemur ein so inn á kvalitetin innan politisku leiðslu okkara. Men lat tað liggja til eina aðra viðmerking.