Sormani fer til próvtøku í Sarpugerði

Í kvøld fer greið ábending at fáast um, hvussu nýggja HB liðið er fyri

Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríksl í 2. umfari í landskappingini, tá ið Víkingur fær vitjan av HB.

 

Felags fyri bæði Víking og HB er, at feløgini vunnu fulla úrtøku í fyrsta umfari. Víkingur vann 2-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, og HB vann 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Jóhan Petur Poulsen er venjari hjá Víkingi fimta ári. Hann veit, hvat tað snýr seg um at fáa vitjan av HB, sum í fjør vann landskappingardystin í Gøtu 2-0, og sum í Sarpugerði og eftir longda leiktíð vann 2-1 ímóti Víkingi í kappingini um løgmanssteypið.

 

Adolfo Soramani er nýggjur venjari hjá HB. Í kvøld fer hann fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av HB liðnum í týdningarmiklum dysti á útivølli.

 

Hjá Víkingi eru Jørgen Nielsen og Andreas Lava Olsen skaddir.

 

Hjá HB er Mohamed Samba tøkur, nú loyvini eru komin upp á pláss.

 

Dávid Reynheim er farin av landinum við U-17 andsliðnum, Ári Mohr Jónsson og Magnus Holm Jacobsen eru skaddir, og Emmanuel Duah bíðar framvegis eftir formellu loyvunum.

 

Víkingur – HB: Dagfinn Forná kl. 18.00