Í sjónvarpstíðindum í vikuni gjørdu Bjørn Kalsø og Annita á Fríðriksmørk eina rættiliga sandwish um politiska formann teirra, Jokaran og krúnprinsin, ið sat eftir sum ein politiskt gjøgnumbukað kjøtflís. Avdúkaður fyri opnum skíggja sum stórpellari. Og nú er tað brúkaraumboðið sum er atvoldin til, at Eyðgunn Samuelsen hevur fingið sama trupulleika.
Bjørt Samuelsen greiðir ógvuliga væl frá málinum, á portalum og í avísum. Hon kundi havt tikið meiri rívan til, hevði hon lagt í, men orð hennara eru tó nóg trivalig til, at pellarasóttin rekur Eyðgunn Samuelsen í blekkhúsið, har hon uttan at blunka heldur uppá, at: ”ABC setti brúkaraumboðið á stovn.”
Hetta eru loddrøtt ósannindi, og tað veit Eyðgunn Samuelsen betur enn nakar annar, tí hon er fyrsta honds vitni í málsgongdini, sum fíggjarnevndarlimur fyri Javnaðarflokkin. Fyrra ABC-samgongan vildi ikki vita av brúkaraumboðnum. Tað var ikki fyrrenn Bjørt Samuelsen, sum vinnumálaráðharri, fekk málið ígjøgnum á tingi, at brúkaraumboðið gjørdist ein lógligur veruleiki.
Brúkaraumboðið skuldi skipast og mannast pr. 1. januar 2009. Táið formaður Javnaðarfloksins og fíggjarmálaráðharrin, Jóanes Eidesgaard, kom á ting 30. september 2008 við løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2009, var brúkaraumboðið ikki nevnt við einum orði, ikki einum stavi, tað var ikki so frægt, at umboðnum var stovnað ein konta.
Nógv er sagt og skrivað um famøsu semjuna, sum ein samd fíggjarnevnd gjørdi í stóra partsálitinum til hesa nógv umrøddu løgtingsfíggjarlóg. Nógv hildu lítið um, at Tjóðveldi og Miðflokkurin sáttaðust við samgongulimirnar um ein stóran part av lógini, men brúkaraumboðið er eitt av málunum, sum Tjóðveldi kravdi inn í løgtingsfíggjarlógina, fyri yvirhøvur at ganga við til seming um nakað sum helst. Tað eydnaðist (konta no. 06-37.1.15, 1,2 mió. kr), og fyri rættvísisins sakir skal tað nevnast, at Eyðgunn Samuelsen var okkum ein sera góð hjálp í hesum málinum, hóast formaður hennara hevði valt brúkaraumboðið frá, táið hann snikkaði busjettið til fyri verandi ár.
Hetta er veruliga søgan um brúkaraumboðið, sum ikki hevði verið sett á stovn suðuri í Vági hendan dagin, hevði onkur annar enn samgongan ikki havt rullað við politisku vøddunum í fíggjarnevndini. Hartil skal eisini sigast, at núverandi landsstýrismaður í vinnumálum, Jóhan Dahl, ikki eigur minsta veti av brúkaraumboðnum, hóast hann er íðin og sjáldsama framsøkin, nú hesin veruleiki kann brúkast sum politiskt bringuprýði.
Negativi brúkarapolitikkurin hjá Javnaðarflokkinum er eisini eyðsýndur í ólavsvøkupakkanum, har formaður teirra mælir tinginum til at strika árliga stuðulin til Brúkarasamtakið, - á hundrað túsund krónur. Eina av atkvøðunum fyri hesi niðurlaðing átti javnaðartingmaðurin Eyðgunn Samuelsen.