Jørgen Niclasen sigur í viðmerking til Rás2, at sosialisman hevur vunnið á sjálvbjargni við nýggju samgonguni Fólkaflokkurin hevur sitið í landsstýrið í fleiri setur, men nú er flokkurin endaður í andstøðu.
Jørgen Niclasen var við sum áhoyrari á tíðindafundinum hjá nýggju samgonguni.
- Vit mugu staðfesta, at sosialisman hevur vunnið á sjálbjargni, segði hann í viðmerking við Rás2.
Yvirtøkurnar sum er lagdar á borðið í dag, kosta tilsaman 30 milliónir. Nýbrotið í hesum er, at Tjóveldi fer styttri í sjálvbjargnisleið enn Sambandsflokkurin vildi fara í samráðingunum í seinastu viku, staðfestir Jørgen Niclasen.
Fólkaflokkurin hevur havt tríggjar landsstýrissessir í farnu landsstýrið. Jógvan á Lakjuni hevur sitið sum mentamálaráðharri alt valskeiðið, tað sama hevur Bjarni Djurholm í Vinnumálaráðnum, meðan Innlendismálaráðið hevur havt tríggir ymiskar landstýrismenn, Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Heðin Zachariassen.
Jørgen Niclasen helt lítið um samgonguskjalið hjá Kyndilsmessulandsstýrinum.
- Fíggjarlógin heldur ikki til hesa veistlu, og tí royna teir at uppfinna nýggjar skattir, og so tosa teir um at endavenda alla vinnuna. Hetta fer at skapa ein óstabilitet í einari annars væl virkandi vinnu, óttaðist Jørgen Niclasen.
Úrslitið av nýggja politikkinum væntaði hann fór at vera skelkur, hvøkkur og uppstegðan.