Agga Niclasen
[email protected]
...............
Sosialisman er ein tóm fløska. Óbrúkilig eins og ein baklummi á skjúrtu. Ferdig. Og tað sigi eg sum sosialistur. Ella, um eg ajourføri meg sjálvan, núverandi liberalistur.
Eg sigi tað sum ein teirra, ið roknar sosialismuna sum ein frágera týðandi og játtandi framvøkstur í søguni, men sum samtíðis eisini roknar hana sum verandi steindeyða.
“Men hvat við kommunuvalinum?” Nei. At Heðin buldraði Javnaðarflokkin inn í Havnina, hevur onki við sosialismu at gera. Javnaðarflokkurin ger ikki sosialismu, men politiska korrektheit, opportunistiskt sálarporno, bíligan feel-good politikk og ryggleyst elituklemmarí. Ikki sosialismu. Flest teirra kenna ikki Marx, hvaðna minni sitera hann!
Tað eru fleiri grundir til, at sosialisman datt burtur. Megingrundin er tó, at hon sveik sítt etos og vrakaði síni kjarnuvirði. Gev gætur tey stóru framstigini, hatta hugspennandi og ikonoklastiska lyndið, og skjótari enn tú klárar at siga “Ráðið fyri Ferðslutrygd spolerar jólafrokostar”, sært tú, at hasin ideologiski nervin, hatta frælsisloysandi innlitið, langtsíðani er sloknað.
Og hatta innlitið er minst av øllum til í politiskum flokkum, ið kalla seg sosialistar ella sosial-“okkurt”. Javnaðarflokkar hava, um nakar, tveitt av sær alt sosialistiskt innlit.
Nøkur dømi. Sosialisman vísti fýrisliga á, at allir trupulleikar, menniskjan stendur fyri, hava sosialt skap. Tað veri seg hungur ella arbeiðsloysi, tí grundliggjandi er her talan um sosialar trupulleikar voldaðir av samfelagsins samanseyming. Og nettupp í tí skili lata trupulleikarnir seg ávirka av sosialum loysnum.
Hetta, at problemini kunnu fiksast, var eitt fatanarligt nýbrot. Hetta, tí sosialistar nú vitvíst havnaðu hatta agggamla hugskotið, at allir verðsins trupulleikar, Armageddon og onkur nýfikin vanlukkuprofeti, skyldast Natúruni ella mannagírni, og fór at gera tað av við órættvorðna menniskjað.
Áðrenn sosialismuna og tað, Upplýsingartíðin annars borðreiddi við, vístu politikarir og prestar á, at orsøkin til, at nøkur ganga svong, hevur at gera við náttúrinnar “innaru” avmarking: at har barasta ikki var nóg mikið av mati at metta øll. Og var tað ikki tað, tá hevði tað nakað við gírigheit og moralskt forfall, í síni heild, at gera.
Men, hali-halo, so kom sosialisman og segði: “Nei, okkara trupulleikar eru ikki natúrligir, teir hava einki við náttúruna at gera og eru so bestemt ikki eitt úrslit av møguligum ómoraliteti. Teir eru sosialir. Tí kunnu teir ordnast. So lat okkum ordna teir.”
Slík tankagongd er niðurløgd. Serliga av teimum, sum framhaldandi halda fast uppá at vera sosialistar. Soleiðis sum umhvørvisverndarisma er komin upp í rasshaft við idéini um, at ónda mannaættin støvsukar Móður Jørð, og at hon nú straffar okkum, okkara oyðsl og forbrúk, við eini natúrkatastrofu fyri og aðrari eftir, síggja vit eina sólarklára afturkoming til ta “naturalistisku forkláringina”.
Sosialistiska uppáhaldið, at allir trupulleikar eru sosialir, ikki moralistiskir, og enntá minni naturalistiskir, er farið í ommuna.
Eitt annað dømi. Sosialisman vísti á, at menniskju vóru før fyri at bestemma og standa til svars fyri sína egnu lagnu, at liva sítt lív, uttan at verða leidd av einum kongi, góðseigara, presti ella stati. Sosialisma trúði einaferð uppá menniskjað, uppá mannavirkni, og at tað einsamalt klárar at skapa nóg skikkaðar umstøður hjá tí at koma út úr kontrollskápinum og blóma.
Eitt fekst dømi um hvussu sosialstýrandi elitan roynir at avmarka okkara persón og moralitet til at vera ein kulturellur signalberi, er hvussu vaksnir menn lata seg lumpa av hasum “mansliga” yvirskegginum, tá ið Movember bara handlar um at umforma stavnar til syrgiligan, edrúiligan og fjákutan rekavið. Tað er so mannminkandi, at tað ikki eingong er eitt sindur stuttligt!
Presiss sum tá ið tú ert í svartari blusu við ljósareyðari silkisloyfu á bringuni fyri at vísa øðrum, at tú hugsar ordiliga nógv um bróstkrabba. Ella hvussu “barnaváttanin”, grundað á eina kenslupornografiska David-kampanju, er eitt upplýsingar-amboð so at “signalera”, at tað er skeivt hjá vaksnum at hava samlegu við børn. No shit.
Men seinastu øldina hevur sosialisman mist allan stoltleika og endað sum ørindreki fyri statin. Hon hevur hoppað útí og undirgivið seg stýrisvaldið. Sosialistar hava mist álitið á menniskjað, á hvat tað eginliga er ført fyri, til nú at halda, at staturin hevur ábyrgdina av at verja øll fólk frá “armóð”, at gera samfelagið meiri “rættvíst” og “upplýst”. Og nú eisini hvussu okkara matpakki, ella hann hjá okkara børnum, skal síggja út. Í grundini, frelsa fólk frá sær sjálvum.
Vit tosa ræðukampanjur og stats-sponsoreraða altruismu av tí ófrívilliga slagnum, hvat er á leið tað sama, ið KRIS hevur gongd í og “Í menniskjum góður tokki” ynskir at fáa gongd í við at fáa fatur á okkara pengum at geva øðrum... og soleiðis, voila!, sjálvi liva av at geva øðrum okkara pengar.
Men yvirhøvur hava sosialistar gloymt søguna, og við henni hvussu ofta vanlukkufólk, bæði skilaleys vísindafólk og svakligir interessufelagsskapir, hava lovað hóttandi undirgang, og altíð fara skeiv.
Tú sært hetta undirgivni í nýligum kjaki um vælferðarstatin. Nýmótans sosialistar trúgva, í bumburámasta álvara, at vanlig fólk fara at følna og fjara burtur uttan vælgerð frá statinum. Sosialistar trúgva ikki longur uppá, at tað ber til at stýra sítt lív og vera við til at broyta samfelagið, teir búleikast í, men uppá borgarans ómynduggerð og hansara systematisku avdemokratisering. Ístaðin bíða teir altíð eftir statinum... at gera okkurt, bara okkurt.
Har er serliga eitt problem við hasum tankanum, at vælferðarstaturin er so heilagur, at vit aldri mugu tosa um hann, fyri ikki at siga reformera hann. Tí tann mestsum allergiska reaksjónin til eitt álvarakjak um støddina á vælferðarstatinum og hansara skiftandi eginleikar merkir, at hasi óteljandi problemini knýtt at almannaumsorgan ongantíð gerast greiðari og blíva fiksað.
Vælferðarstaturin er í holt við at verða avviklaður. Eingin ivi. Tað er bara stórt spell, at tað er av demografiskum ávum, ella sparing, og ikki ideologiskum ávum, at vit skifta vælferðarstatin út við vælferðarsamfelagið. Veruliga motivasjónin fyri einum reformi av vælferðarstatinum eigur tí vera humanistisk — ein viðurkenning av, at intensiv vælferð, har ansandi staturin otar seg inn í títt privatlív, og serstakliga hjá teimum ‘ressursufátæku” (sum má vera tað mest mannminkandi hugtakið nakrantíð), hevur oyðilagt einstaklingar og samfeløg.
Nú, tá ið sosialistar eru fyri hissini avbjóðingum, er eittans at gera: einvegis stuðulsgongu til statin! Nakað, ið sæst aftur í okkara, til tíðir, rímiliga góðu, men yvirvurderaðu tónleikarum, ið ikki ‘meyka tað’ (antin tí teir ikki eru so góðir sum teir sjálvir og Felagið Interrós vilja vera við, vegna leti ella vantandi sjálvsálit), og tí knarra um “stuðul” og hvussu forbiið fólkaflokslig tey í, ja, Fólkaflokkinum eru.
Ídag síggja vit altso statin sum tann einasta megin, ið kann fremja broytingar. Og sum fylgja av hesum havnar menniskjans møguliga megi í spennitroyggju heldur enn at verða frígjørd.
Og enn eitt dømi. Einaferð var tað, at sosialisman helt, at bert við at skapa eina ríka verð, bert við at framleiða fleiri og fleiri ting, bert við alt ógvusligari búskaparvøksturi, fleiri hentleikum og meiri vælveru, eta búffar, drekka okkum skít og útlevera telefonnummarið til tilfeldigar damur, blíva vit trúliga lukkulig og frí — frí frá neyð og vónloysi.
Sosialisman stóð fyri nóg mikið av øllum fyri øll. Hon prædikaði ikki sparsemi og trot, men yvirflóð.
Men eisini handa sannføringin er eins livandi og fiskur á flakavirki. Tú hevði aldri í verðini hoyrt ein javnaðarmann anno 2012 brellast eftir ótálmandi vøksturi, størri framleiðslu, fleiri ting og menniskju. Beint øvut. Ein miðal hampa javnaðarflokkur er nú meiri illviljaður enn nakar annar ímóti einum lívi í yvirflóð fyri øll.
Hann stunar og venur seg um óreinar sølumiðstøðir og stórar sjálvtøkuhandlar, eymkar seg um retarderaða ynskið hjá Bjarna og Per at gerast ríkir, og um problematisku dálkingina, sum stendst av framburði. Sosialisman er farin frá idealinum um frælsi og yvirflóð til at fordøma fólk at liva í trongd, at góðtaka sín lut í tilveruni og at liva í vónini um at kunna endurnýta eina av tveimum ommum.
Tað eru nútímans sosialistar, ið ikki vilja broytingar. Tað er aktuelli vinstrivongurin, ið forlangar “ongar broytingar”. Hetta er als ikki progressivt, hvat tey annars erpa sær av at vera... fyri hvørjum øðrum. Annarhvør setningur er á kjaft við avmarkandi og misantropiskum slagorðum sum “ásetingar”, “reglar” og “forboð”, og restin við stakkala umhvørvið, ovfólking, burðardygga heilsu og sálarsjúku at gera.
Nei, í mun til sosialismuna fyrr, er alt nú fullvegis fæstlæst. Úrslitið er null kritisk hugsan, líka frá akademikarum — sum nú bara eru tað á pappírinum — til rithøvundar og træklemmandi aktivistar. Tað eru tí ikki tey borgarligu, men reyð-grøn javnaðarfólk, sosialistar nú á døgum, ið eru “tey stokkkonservativu”. Komiskt, tí tað vóru annars tey, teir góðu sosialistarnir fyrr flentu at.
Sosialisman var ófør. Hon var deiliga ósmæðin og djørv. Hon var radikal og hugkveikjandi. Hon var sexut. Men tað er hon ikki longur. Ídag, soleiðis sum vit lata okkum mikrostýra av valdum sum óvaldum, hava vit fólk, ið kalla seg sosialistar, men sum vamlast við njóting og menniskjaligt sjálvræði.
So, yvir og út við sosialismuni, og inn og inn við liberalismuni.