Eg havi ikki hug at skíra formannin í Fólkaflokkinum at vera populist. Men í staðin fyri at bjóða nýfødda barninum ein kekk, mugu vit tosa um heilt aðrar og størri skipanir, um vit veruliga vilja hjálpa ungum barnafamiljum.
Lat meg taka bara eitt dømi:
BÚSTAÐARMARKNAÐURIN ER VORÐIN EIN SPEKULATIÓNSMARKNAÐUR.
Ein ung familja situr við køksborðið í leiguíbúðini. Tað gleðiliga er hent, at familjan hevur fingið eitt barn afturat, og nú ætla tey at ogna sær eini hús. Familjan er vónrík. Útbúgving og sveinabræv komu í hús, og fyrstu árini á arbeiðsmarknaðinum hava verið góð. Leigan er í so høg, og næsta stigið er at ogna sær eini hús. Men hurðin inn á sethúsamarknaðin er stongd.
Hús fara lættliga fyri fimm til sjey miljónir krónur, og ungar familjur og stakir uppihaldarir megna ikki at bjóða móti teimum við høgum inntøkum ella teimum, sum keypa hús nummar tvey, trý ella fýra til vinnulig endamál. Soleiðis virkar marknaðurin í dag.
Sosialt haldføri er eitt høvuðsevni í valstríðnum. Øll skulu kunnað fáa sær tak yvir høvdið, øll skulu hava ráð til ein góðan gerandisdag og øll skulu hava møguleika at virka í eini javnvág millum arbeiðslív, familjulív, frítíðarliv osfr. Umboð fyri Samtak hava fleiri ferðir víst á, at sosiala haldførið er hótt, og at ein tann fremsta orsøkin er standurin á bústaðamarknaðinum.
PROFITTUR SKAL IKKI VINNAST ÚR TEIMUM UNGU ELLA TEIMUM ELDRU
Tað eru um 20000 húski í Føroyum. Í stívliga fjórða hvørjum húski býr eitt fólk. Pør uttan børn búgva eisini í fjórða hvørjum húski. Tí er stórur tørvur á íbúðum. Vit mugu seta ferð á byggingina av almannagagnligum íbúðum, ikki minst til tey ungu, sum taka fyrstu fetini inn á bústaðarmarknaðin, og til tey eldru, sum vilja hava ein minni viðlíkahaldstungan bústað at búgva í. Almannagagnligi tankin byggir á hugsjónina um non-profit. Vit kunnu ikki loyva okkum at profitera uppá tey ungu ella tey eldru í einum bústaðarmarknaði, sum er i undantaksstøðu.
Samstundis skal íbúðarstuðul setast í verk. Tað vendir skeivt, at tey, sum búgva til leigu og stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, gjøgnum skattin rinda til rentustuðulin til tey, sum keypa hús nummar tvey, trý ella fýra.
Fleiri íbúðir gevur ein meira fjøltáttaðan bústaðarmarknað og er við til at taka trýstið av sethúsamarknaðinum. Unga familjan, sum vil ogna sær eini sethús hevur tá ein betri møguleika.
Veruligt sosialt haldføri krevur tryggar karmar og varandi skipanir.
Ivan Hentze Niclasen, Listi C











