Sosialurin 75 ár í dag

Sera stórar broytingar eru farnar fram í blaðheiminum, frá tí at Sosialurin sá dagsins ljós á fyrsta sinni 24. mai í 1927

Í dag eru liðin 75 ár síðani, at fyrsta eintakið av Sosialinum var á gøtuni í Havn. Hetta var tann 24. mai í 1927. At Sosialurin varð til má sigast at vera eitt beinleiðis úrslit av politisku støðuni tá, sum ? eins og nú ? var merkt av loysingar- og sambandspolitikki.
Bert tveir politiskir flokkar vóru á tingi, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Fyri at kunna virka politiskt, var neyðugt at hava eitt blað, og høvdu hesir flokkar ávikavist Dimmalætting og Tingakross sum málgøgn.
Tá so fyrstu javnaðarfeløgini vórðu sett á stovn í 1925, var ein blaðútgávu ein nátúrligur liður í tilgongdini til tess at vinna flokkinum umboð á ting til løgtingsvalið, sum skuldi vera í 1928.
Undangongumenn at seta á stovn Sosialin vóru Mourentius Viðstein og Petur Mohr Dam. Teir fingu stuðul frá floksfeløgum í Danmark, og soleiðis bar tað á, at gamla pressan hjá Frederikshavns Socialdemokrat varð sett upp í Losjuni í Havn, har Sosialurin varð prentaður.
Fyrsti blaðstjóri á Sosialinum var Mourentius Viðstein. Prentari var Bethuel Z. Jensen og prentaralærlingur var Carl Karbech Mouritsen.
Búskaparliga vóru tíðirnar í 20?unum vánaligar, og vísti tað seg rættuliga skjótt, at blaðið gav undirskot, og at flokkurin ikki megnaði at geva út blaðið.

Yvirtók prentsmiðjuna sum løn
Í samrøðu við Sosialin í 1982 sigur Bethuel Z. Jensen:
? Í fyrstani prentaðu vit bert floksblaðið, men seinni fingu vit ymiskt prentarbeiði frá Jógvani Rasmussen, prentara á Prentsmiðjuni í gamla Bókhandli, sum teir ikki vóru førir fyri at prenta, tá teir bert høvdu eina lítla Heidelberg pressu. Hetta gav so mikið, at vit kundu seta ein prentara afturat, og kom Christian Hansen (vanliga nevndur Doffa) Carli og mær til hjálpar.
Tá Bethuel hevði prentað Sosialin í eitt ár uttan at fáa løn, endaði tað við, at hann tók yvir prentsmiðjuna ? hetta var í 1931. Hann skuldi eisini umsita roknskapin og raksturin av blaðnum. Tá Bethuel Z. Jensen ikki helt tað vera ráðiligt framvegis at leiga sær innivist til prentsmiðjuna, fór hann undir at byggja hús í J. Broncksgøtu.
? Tað gekk avbera væl tey fyrstu árini í J. Broncksgøtu, sigur Bethuel Z. Jensen við Sosialin í 1982.
? Tað gekk somikið væl, at eg eftir fáum árum kundi lata Javnaðarflokkinum blaðið aftur at umsita. Jákup í Snikkarastovu fekk roknskapin og sonurin, Karbeck, prentaði blaðið á prenstmiðjuni hjá mær, og kom Carl, bróðirin, at arbeiða hjá Karbech við prentingini av Sosialinum.

Prentaður hjá Arnold Øster
Á prenstmiðjuni hjá Bethuel Z. Jensen verður Sosialurin prentaður øll árini fram til 1943. Tá flytir blaðið á Prentsmiðjuna hjá Arnold Øster. Hetta kom av, at Karbech seinastu árini hevði havt ringa heilsu, og hann noyddist tí at gevast at arbeiða. Hann fekk viðgerð á Landssjúkrahúsinum, men fór seinni til Danmarkar, har hann fekk so mikið góða hjálp, at hann heimafturkomin keypti prentsmiðjuna á Heygsbreyt ? hetta var í 1954.
Á prentsmiðjuni hjá Karbech starvaðust Tummas Jensen, prentari úr Fuglafirði, og Sámal Olsen úr Søldarfirði, sum kom í prentaralæru í 1962 17 ára gamal. Teir doyðu báðir á ungum árum.
Sámal Olsen sigur í samrøðu við Sosialin í 1982, at hann sá eina lýsing eftir prentaralærlingi í Sosialinum. Hann søkti plássið og fekk tað. Fyrsta arbeiði hansara var at kynda upp á prentsmiðjuni, sum tá hevði kolfýr.
Um hetta mundið kom Sosialurin út tvær ferðir um vikuna, men framvegis bert í fýra síðum. Judith Jacobsen, bókbindari, sum hevði bókbindingarvirki í húsunum hjá Herluf Arnason, hevði fingið eina nýggja falsimaskinu, og hagar plagdu teir á Heygsbreyt at fara við blaðnum til falsingar, og síðani vóru ungfólk, sum pakkaðu blaðið og koyrdu tað á Posthúsið.

Keypa prentsmiðjuna hjá Karbech
Í 1964 keypti Javnaðarflokkurin prentsmiðjuna frá Karbech. Villi Sørensen hevði verið blaðstjóri á Sosialinum síðani 1952 og var tað eisini framvegis, tó at hann búði í Klaksvík. Hann sendi tilfar við postinum, men tað var mangan trupult at fáa hetta og annað tilfar rættstundis, og tí arbeiddu teir mangan til langt út á kvøldið, og onkuntíð út á náttina, segði Sámal Olsen við Sosialin í 1982.
? Vit hugsaðu ikki so nógv um tað, tí tað hevði altíð verið soleiðis, at bløðini vóru skrivað um dagin og at prentararnir arbeiddu um náttina.
? Serliga minnist eg einu ferðina, vit prentaðu páskablaðið, sigur Sámal og heldur fram:
? Avgjrøt var frammanundan, at blaðið skuldi hava nøkur orð um páskahalguna, men tá tey skuldu í prent, setti Karbech seg vð setimaskinuna. Hann hevði einki handrit at skriva eftir, men gjørdi sjálvur orðini, sum hann setti beinleiðis. Karbech var sera kønur í føroyskum og dugdi væl at skriva, segði Sámal.
Komin upp í sjeytiárini verður farið undir ávísa útbygging av prentsmiðjuni, tá blaðið keypti eina lítla pressu, sum kallast ein veingjaautomat. henda varð nýtt til at prenta smærri prentlutir við, og var hetta seinasta prentiarbeiðið við blýggi, sum varð gjørt á prensmiðjuni á Heygsbreyt.
Í 1974 verða húsini í Sjúrðagøtu 9 keypt til blaðhús. Tá varð ásannað, at nýmótans off-sett teknikkurin var framtíðin innan blaðútgávu, og tað var ikki ráðiligt at útbyggja prentsmiðjuna á Heygsbreyt, sum hevði slitnar og ótíðarhóskandi maskinur.
Um hetta mundið verður Sosialurin prentaður á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting, meðan alt tilgerðararbeiðið varð gjørt á Sosialinum.

Egna prentsmiðju og nýtt blaðhús
Í mars mánaði í 1982 flytir Sosialurin í nýggju blaðhúsini á Argjum, sum eru keypt og sett í stand til endamálið. Nú fekk blaðið aftur sína egnu prentsmiðju ? hesaferð eina rotatiónsprentsmiðju, sum tá kundi prenta Sosialin í upp til 24 síður.
Hetta var eitt sera stórt framstig, og nú fór blaðið frá at koma út tvær reisur um vikuna til at koma út tríggjar ferðir um vikuna. Hetta var størri avbjóðing hjá starvsfólkunum ? og nú bar betur til at bera aktuellari tíðindi. Samstundis sum flutt varð út á Argjar varð navnið á blaðnum broytt, so blaðið nú kom at eita Tíðindablaðið Sosialurin. Hetta var helst fyri at leggja dent á, at blaðið var eitt tíðindablað heldur enn eitt politiskur boðberi.
Hesi 20 árini síðani 1982 er nógv hent á blaðøkinum í Føroyum. Nógv bløð, sum vóru tá, eru ikki longur, og Sosialurin er vaksin sera nógv hesi árini til í dag at standa ájavnt við Dimmalætting í stødd og útbreiðslu, meðan Dimmalætting tá var einasta nógv størsta blaðið í Føroyum.
Seinast í áttatiárunum ? tá kreppan fór at kennast ? máttu stig takast til tess at standa í móti minkandi inntøkunum. Í staðin fyri at repa seglini, valdi leiðslan á Sosialinum heldur at økja um útgávutalið úr trimum upp í fimm ferðir. Tá flutt var út á Argjar í 1982 vóru útgávudagarnir øktir frá tveimum til tríggjar.
Fyri at hetta skuldi kunna bera til var neyðugt at rationalisera arbeiðsgongdini. Tí vóru teldur á fyrsta sinni tiknar í brúk í blaðarbeiðinum. Keyptar vóru macintosh teldur til øll blaðfólkini og til setifólkini. Við at prenta út statsan á A-4 pappír slapst undan allari arbeiðsgongdini við at setifólkini skuldu seta eftir manuskripti frá blaðfólki. Lím og saksur var tó framvegis í brúki, men 10 ár eftir hetta ? í 1999, vóru saksur og lím endaliga pakkað niður, og verður blaðið í dag í øllum smálutum framleitt digitalt ? ella »talgilt«, sum tað eitur á nýggjum máli.

Stovna prentsmiðju saman við Dimmalætting
Í 2000 legði Sosialurin niður prentsmiðjuna á Argjum. Saman við Dimmalætting varð partafelagið Prentmiðstøðin stovnað. Tær bestu maskinurinar hjá Sosialinum og Dimmalætting vórðu settar saman, samstundis sum nýggjar maskinur vórðu keyptar. Hetta er í dag einasta rotatiónsprentsmiðja í landinum ? og tískil tann einasta blaðprentsmiðjan. Henda prentsmiðja klárar uttan trupulleikar at nøkta tørvin á allari blaðprenting í Føroyum í dag. Á hesi prenstmiðju ber til at prenta Sosialin í 56 síðum, harav 16 síður við liti. Um tørvur er á størri blað ella fleiri litsíðum, so ber til at prenta blaðið í tveimum ella fleiri umførum, og tá økist síðutalið tilsvarandi.

Sosialurin gerst heimsumfatandi
Tá Føroyar í 1996 vórðu knýttar upp í internetið, vistu vit ikki, hvussu stóra ávirkan hetta fór at fáa á blaðarbeiðið ? ella miðlaarbeiði sum heild. Í 1997 fóru vit í holt við InternetSosialin, har vit á internetinum kundu lesa dagsins Sosialin. Henda skipan er støðugt útbygd og er vorðin ein alsamt meira integreraður partur av arbeiðinum hjá fólkinum á Sosialinum og útbreiðsluni av blaðnum.
Tað, at fólk alla staðni kring heimin kunnu fáa tíðindi í Sosialinum samstundis hevur stór perspektiv við sær.
Nýggi samskiftishátturin við internetinum hevur eisini lætt munandi um arbeiðið hjá blaðfólki og myndafólki okkara. Nú er lagað manni at skriva ella taka myndir hvar sum helst í landinum ella heiminum og fáa bæði tekst og myndir í blaðið beinanvegin. Soleiðis er Sosialurin eisini skipaður við deildum í Sandvík, í Klaksvík, í Saltangará umframt ta rullandi redaktiónia, og lata hesar deildir til blaðið hvønn einasta dag.
Eitt tað seinasta nýggja hjá Sosialinum er Skipssosialurin, sum er ein teldufílur, ið verður sendur sum teldupostur til fólk umborð á skipum, sum ikki hava so gott internetsamband, at tey kunnu lesa bløð á internetinum.
Í desember í fjør gjørdu Sosialurin og Føroya Tele avtalu um samstarv um tíðindi á www.olivant.fo. Á olivant verða styttri tíðindi løgd út loypandi gjøgnum allan dagin.
Allar hesar tøkniligu broytingar hava ført til eitt fjølbroytt arbeiðspláss ? ið næstan kann sigast at verða pappírsleyst, um vit samanbera við støðuna bara fyri fáum árum síðani. Í dag nýtist okkum ikki at nerta pappír, fyrr enn vit skoða endaliga úrslitið, tá blaðið er prentað.