Sosialurin er nú farin undir nýggju Internetútgávuna av blaðnum. Hesaferð verður talan um eitt rættuliga fullfíggjað blað, har alt tilfarið verður lagt út á netið hvønn dag. Fyrstu dagarnar eru líkasum ein royndartíð, har vit fara at a skipanina, sum gjørd er til blaðaið. Seinni fara vit at kunna veita lesarum okkara nógvar ymsar tænastur á Internetinum.
Fyrstu tíðina verður talan um eitt ókeypis tiltak, men tá tænastan verður meira útbygd, er ætlanin at fólk skulu kunna abonnera upp á tænasturnar, sum harfyri verða eins fullfíggjaðar, sum sjálvt blaðið.
Vit hava ikki almannakunngjørt tiltakið enn, men teir lesarar, ið hava viðmerkingar til okkara, eru vælkomnir at gera viðmerkingar.