Fólk í Havn og har um vegir, sum halda Sosialin, fingu fyri fyrstu ferð týsdagsblaðið borið út mánakvøldið.
Frá 1. apríl í ár at rokna, er tað Prentmiðstøðin, sum stendur fyri útberingini av bløðunum.
Orsøkin til, at útberingin nú er løgd undir Prentmiðstøðina, sum Sosialurin og Dimmalætting eiga í felag, er eitt gamalt ynski um at fáa bløðini borin út um kvøldið. Hesum ynski hevur Postverk Føroya ikki kunna eftirlíkað, og tá Postverkið gavst við postútbering leygardag, var einki annað hjá bløðunum at gera, enn sjálv at fáa bløðini út.
Síðani tá hava haldarar fingið leygardagsblaðið fríggjakvøld. Hetta hava haldara okkara verið fegnir um, og tá vit gjøgnum Prentmiðstøðina hava fingið hesa útbering í eina fasta og trygga legu, verður henda tænasta nú víðkað til at fevna um allar útgávurnar - fyribils tó bert í miðstaðarøkinum. Haldarar kring landið annars fáa týsdags- til fríggjadagsblaðið borið við postinum sum vant.
Tey, ið fáa blaðið borið út kvøldið fyri, eru haldarar í postøkjunum 100 Tórshavn, 160 Argir, 187 Hvítanes og 188 Hoyvík. Treytin er, at brævsprekka ella postkassi er á bústaðnum.
At halda Sosialin kostar 360 krónur um ársfjórðingin. Tað merkir, at sum haldari rindar tú 5 krónur og 76 oyru fyri hvørt blað, og tú fært tað borið til dyrnar á kvøldi. Til ber at tekna seg sum haldara við at fylla út lepan á síðu 37, so fært tú blaðið borið dagin eftir.