Eg vil fyrst, vegna Telefonverkið, ynskja Sosialinum tillukku við tíðindablaðnum á Internetinum. Hetta er avgjørt eitt tiltak, sum er við til at seta Føroyar á heimskortið, økja virðið á Internetinum, og gera tað til ein seriøsan miðil og arbeiðsamboð hjá einstaklingum og virkjum.
Internetið er ein samskiftismiðil, á sama hátt sum fjølmiðlar og telefonin. Tann heilt stóri fyrimunurin fyri føroyingar er tó, at her hava vit møguleika fyri at kappast á jøvnum føti við onnur lond og aðrar fyritøkur, hóast hesar eru ómetaliga nógv størri og sterkari. T. d. hevur Sosialurin eins góðar møguleikar sum Politiken, Jyllands Posten og hini bløðini, sum vit vanliga lesa á internetinum. Tað sama er fyri so vítt galdandi fyri allar føroyskar fyritøkur. At hevja seg á internetinum er ikki fyrst og fremst ein spurningur um pening, men ein spurningur um evni og vitan.
Vit skulu sjálv fíggja tøkniligu menningina
Ofta fært tú ta fatan, at vit í føroyum eru aftalaga í fjarskifismenningini. Vit fáa javnan nýggju tøknina seinni enn tey mest framkomnu londini. Tað er tó eingin sjálvfylgja, at eitt lítið samfelag sum okkara hevur sattelitsamband og altjóða fipursamband, digitalar støðir og fartelefonútbreiðslu sum umfatar stórta partin av landinum. Samanbera vit okkum við Danmark, skulu 43.000 fólk í Føroyum fíggja somu tøkniligu menningina sum 5 mió. fólk í Danmark.
Okkum nýtist bert at hyggja, hvussu ein av okkara nærmastu grannum, Hetlandi. Teirra fjarskifti er á nógv lægri støði enn okkara. Hetta hóast liviumstøðurnar í stóran mun eru tær somu, tó hentlendingar hava eina oljuvinnu, sum vit ikki hava enn. Eitt nú fer sambandið inn á meginlandið um radiobylgjur, sum hava avmarkaða orku, og er veðrið ikki til vildar, kunnu tey missa sambandið í tímar. Í støðum er sambandið so vánaligt, at fólk ikki fáa sent eitt fax, og tað er eingin sjálvfylgja at hava internetsamband.
Hetland ikki so væl fyri sum Føroyar
Oljuvinnan hevur sjálvsagt tørv á góðum fjarskifti, men hon hevur bygt upp sína egnu skipan, sum restin av Hetlendska samfelagnum ikki far atgong til.
Hvussu ber tað so til, at so stórur munur er á fjarskiftinum í Hetlandi og í Føroyum? Tann stóri munurin er, at í Føroyum hava vit ein fjarskiftisstovn ella eina vinnu, um man vil, hvørs einasta endamál er at liva av fjarskifti í Føroyum. Tí noyðist Telefonverkið alla tíðina, at seta fjarskiftið í Føroyum saman, so tað er ein lønandi vinna og peningur er til íløgur í nýggja tøkni. Í Hetlandi verður fjarskiftið skipað av British Telecom, har Hetland bert er ein sera lítil partur av virkseminum, og Hetland munar ikki nógv í búskapinum hjá British Telecom. Tí er áhugin tilsvarandi lítil fyri at menna fjarskiftið í Hetlandi. Ikki løgið, at Hetlendingar øvunda okkum og hyggja hendan vegin fyri at læra av okkum.
Mugu hava ræði
á samskiftinum
Hetta skal ikki vera ein bøn um at lata Telefonverkið fáa frið. Tænasturnar skulu verða betri og bíligari, ja krøvini skulu vera stór, og eingin ivi er um, at øll á Telefonverkinum vilja gera sítt til at menna fjarskiftið.
Nógv er eisini hent. Men eg vil minna á, at jakstranin eftir bíligari tænastum kann gera, at føroyingar missa kunnleikan og ekspertisuna, sum vit seinastu 90 árini hava bygt upp innan fjarskiftisøkið. Vit mugu sum samfelag, gera hvat vit kunnu fyri at varveita ræðið yvir fjarskiftinum, tí í seinasta enda kann tað gerast nógv dýrari fyri samfelagið at vit missa ræðið á fjarskiftinum, enn at vit gjalda eitt sindur meira fyri hvønn minuttin í dag.
Eg vil tí enn einaferð vegna Telefonverkið ynskja Sosialinum tillukku við tí nýggja blaðnum. Tí hetta er enn eitt stig í menningini av royndunum, sum føroyingar hava innan fjarskiftistøknina, har vit sjálvi hava kunnleikan til - og ræðið yvir tí - fjarskiftinum, sum er ein fyritreyt fyri menningini av samfelagnum.
Takk fyri
Poul Henrik Poulsen