Sosialurin er undantikin revsitiltøk ímóti Russlandi

Av tí at Sosialurin hevur haldarar í ymsum londum, so er Sosialurin eisini ein útflutningsvøra, sum kann vera rakt av revsitiltøkum ímóti Russlandi.

Fyri at vera upp á ta tryggu síðuna, so hevur Sosialurin sent ein formligan spurning til Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri at vita, um revsitiltøkini ímóti Russlandi merkja, at Sosialurin ikki kann senda blaðið til haldarar í Russlandi, og at Sosialinum ikki kann selja internethald til Russlands og eisini má strika møgulig russisk internethald av Sosialinum.

Men tað er eingin trupulleiki hjá Sosialinum at útflyta bløð til Russlands, tí bløð eru ikki fevnd av kunngerðini hjá landsstýrinum.

Tað upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri Sosialinum.

– Ein prentað avís, sum er í pos. 4902, er ikki fevnd av tiltøkunum í kunngerðaruppskotinum. Her er m.a. hugt at § 25, ið bannar útflutningi av vørum í skjali 9. 

Ongar avmarkingar eru í kunngerðaruppskotinum fyri sølu av internethaldum til Russlands, upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri Sosialinum.