Tá nýggi e-portalurin hjá Landsbókasavninum verður klárur í næsta mánaði fer at bera til at leita í øllum Sosialunum síðani fyrsta blaðið kom út í 24. mai í 1927.
Sosialurin er einasta føroyska blað, sum er komið út uttan slit síðani fyrsta útgávudag tann 24. mai í 1927.
Við skipanini hjá Landsbókasavninum verða allar útgávurnar av Sosialinum frá 24. mai í 1927 til síðsta blaðið í 1999 talgild.
Útgávunar síðani 2000 er í varðveitslu hjá Sosialinum í talgildum formi, stórur partur av teimum kann lesast í e-blaðnum hjá Sosialinum, sum kann lesast á www.sos.fo
Sosialurin byrjaði við hesi skipan í 2011. Síðani tá er blaðið lagt í hesa skipan, so skjótt blaðið er greitt til prentingar – tað vil siga, at Sosialurin altíð er tøkur sum e-blað á sos.fo, áðrenn blaðið er prentað.
Higartil gongur e-savnið hjá Sosialinum aftur til 1. oktober í 2008.
Arbeitt verður eisini við at leggja bløðini frá 2000-2008 í skipanina á www.sos.fo. Tá tað arbeiðiið er liðugt, og e-portalurin hjá Landsbókasavninum klárur, ber til at lesa hvørt einasta eintak av Sosialinum, sum er komið út, á netinum.
Les meiri um talgildingina í Sosialinum, sum er borin út í hvørt heim í dag.