Sosialurin í Cyberspace

Royndartíðin hjá Internet Sosialinum er nú av, og á samkomu á Sosialinum í dag klokkan 1600 verður almenna útgávan dagførd. Í morgin millum klokkan 16 og 18 verður høvi hjá almenninginum at frætta um Internet Sosialin

Í dag klokkan 1600 verður Internet Sosialurin alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi verður móttøka fyri innbodnum í blaðhúsunum hjá Sosialinum á Argjum klokkan 1600 seinnapartin, og í morgin frá klokkan 16-18 verður høvið hjá almenninginum at støkka inn á gólvið at síggja og hoyra um, hvussu Internet Sosialurin virkar.

Samstundis sum Internet Sosialurin verður alment tikin í nýtslu, bjóðar Sosialurin eisini lesarunum nýggjar tænastur á internetinum. Higartil hava allar greinar, lesarabrøv o. a. tilfar úr blaðnum verið lagt á netið. Nakrar lýsingar hava eisini verið í Internet Sosialinum. Men nýggju tænasturnar verða m. a.

? Lýsingartorgið

? Húsamarknaður

? Bilmarknaður

? Arbeiðsmarknaður

Í Lýsingartorginum verður innihaldið tað sama, sum tað hevur verið í blaðútgávuni, meðan hinir tríggir marknaðirnir eru nýggir. Á húsamarknaðinum ber til hjá húsameklarum, advokatskrivstovum, privatfólki o. ø. at lýsa við sethúsum og bygningum, sum eru til sølu. Saman við lýsingini kann vera mynd av húsinum, og tá lýsingarnar verða lagdar í ein databasa, so ber til at leita eftir húsum í ávísum prísflokki, ella eftir øðrum serligum eyðkennum, ið fólk sjálv velja.

Á bilmarknaðinum kunnu bæði bilasølur og privatfólk lýsa sínar nýggju og gomlu bilar til sølu, og her ber eisini til at hava mynd av bilunum, og verða hesar lýsingarnar eisini lagdar í ein dátabása, so til ber at leita eftir prísi, merki ella øðrum.

Á arbeiðsmarknaðinum verða tveir tættir. Ein har tú kanst bjóða teg fram. Henda tátt kallar Sosialurin Persónlýsingar. Í hinum táttinum kunnu fyritøkur søkja eftir fólki, og kalla vit tann táttin Starvslýsingar.

Undir persónlýsingunum kanst tú ókeypis seta eina umsókn eftir starvi, og tú kans eisini seta tíni persónligu eyðkenni (Curriculum Vitae). Eitt gott høvi hjá fólki, sum eru um at vera liðug við onkra útbúgving.

Onnur áhugverd tænasta, sum Internet Sosialurin fer at bjóða, verður ein ávaringarskipan. Við hesi skipan ber til at biða um at fáa ein e-mail, hvørjaferð eitt ávíst orð kemur fyri í Internet Sosialinum. Um eitt nú løgmaður fær sær hesa skipan, so kundi hann fingið ein e-mail, hvørja ferð orðið »løgmaður«, ella navn hansara varð nevnt í Internet Sosialinum - saman við e-mailinum fær hann so eitt link sendandi, sum vísir til greinina ella lesarabrævið, har navn hansara varð nevnt.

Royndarútgávan av Internet Sosialinum hevur nú verið á internetinum síðani augustmánaði. Tískil er eisini tilfar úr Sosialinum tøkt á databasanum, og ber tískil til at leita í fleiri enn 1.600 greinum úr Sosialinum. Hendan skipan verður sjálvandi útbygd, hvørja ferð ein nýggjur Sosialur kemur á Internetið, og ber tað eisini til at tekna seg sum haldara av hesi skipan.

Í dag klokkan 1600 fer landsstýrismaðurin í samskiftismálum, Sámal Petur í Grund, alment at trýsta á knøttin, sum góðkennir mikudagsútgávuna av Internet Sosialinum.

Restina av hesum árinum verður tað framvegis ókeypis at halda Internet Sosialin, men frá 1. januar 1998 mást tú gerast haldari fyri at lesa blaðið á Internetinum. Tey, ið tekna seg sum haldarar áðrenn 1. januar fáa haldaragjaldið fyri fyrsta ársfjórðing 1998 fyri hálvan prís, sum er 120 krónur.