Sosialurin í hvørt hús aftur mánadagin

Aftur í næstu viku kemur Sosialurin í hvørt hús í landinum.

 

Hesa vikuna kemur Sosialurin eisini í hvørt hús, har hópin av tilfari er um at ferðast í Føroyum.

Í næstu viku ger Sosialurin millum annað burtur bátastevnuni á Toftum og so verður eitt Bilblað eisini partur av blaðnum.

Í næstu vikun eru 100 ár síðani, at fyrsti bilurin kom til Føroya, og tann søguliga hendingin verður eisini viðgjørd í blaðnum. Tað var tann 6. mai í 1922, at fyrsti bilur kom til landið. Tað var ein Ford TT eitt tons lastvognur, sum smiðirnir Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen seldur til havnarmenninir – fyrstu bilmenn í Føroyum, Jóhannes Olsen undir Kletti og Júst Sivertsen.

Tey, ið vilja lýsa í blaðnum kunnu skriva til jogvan(at)sosialurin.fo