Sosialurin í øðini inn á SL

SL fara at gera hesar viðmerkingar til oddagreinina í Sosialinum leygardagin 4. august 2001, um roknskapin fyri 2000 hjá SL.

 

Reidar Nónfjall

stjóri


SL fara at gera hesar viðmerkingar til oddagreinina í Sosialinum leygardagin 4. august 2001, um roknskapin fyri 2000 hjá SL.

Ja, so kom SL aftur í oddagreinina hjá Sosialinum og við sama áleypandi politiska undirtónanum - hetta í sambandi við roknskapin fyri 2000.

Sosialurin er provokeraður av, at SL hevur hildið játtanina fyri 2000, við teimum fortreytum, sum stovnurin nú einaferð hevur at virka undir. Evnið sýnist at vera, at almennir stovnar gerast meira og meira ineffektivir og víst verður á, at SL hava hægri útreiðslur til umsiting.

Tað er týðuligt, at skrivarin ikki hevur gjørt nakra roynd at analysera roknskapin hjá SL og tí hevur annað endamál við skrivingini. Til tína kunning, sum skrivar, so framgongur m.a. av roknskapinum fyri 2000, at lønir til umsitingina hjá SL hava staðið í stað seinastu 5 árini. Hetta er hent samstundis sum ein frágreiðing fyri og onnur eftir kemur frá SL um nýskipan av virkseminum. Politiski myndugleikin hevur ongantíð fyrr fingið nakað slíkt brúkiligt fakligt tilfar frá SL, sum grundarlag fyri at taka skilagóðar avgerðir um samferðsluna. So er tað sagt.

Tað var tann tíðin, tá fíggjarætlanin hjá SL fylti eina A4-síðu og bygnaðurin hevði við sær kaos og ábyrgdarloysi. Nú inniheldur fíggjarætlanin hjá SL yvirlit av øllum slag og nógvar frágreiðingar um, hvat peningurin hjá skattaborgaranum verður brúktur til. Avleiðingin av hesum er, at SL í dag hevur stórt gjøgnumskygni í rakstrinum ? hetta var beint øvut fyri bara 5 árum síðani.

SL tulka politiska kravið um flutningstænastu soleiðis, at SL skal veita eina støðuga tænastu og við tíðini hægri tænastu. Hækkaða játtanin í 2000 til SL hevur onki sum helst við nakran skeivan bygnað og hægri útreiðslur til umsiting hjá SL at gera, men handlar um hægri framleiðslukostna í mun til politiska kravið um støðuga tænastu og uppá sikt hægri tænastu. Sjálvt um siglt og koyrt verður meira, er inntøkugrundarlagið avmarkað og prísirnir politiskt góðkendir og tí oftast størri hall.

Tað er hóskandi at enda hesar viðmerkingar við einum citati úr niðurstøðuni í grannskoðanarfrágreiðingini fyri ársroknskapin 2000 hjá SL: ? Tað er fatanin hjá grannskoðanini, at leiðslan alla tíðina hevur tak á fíggjarligu støðuni, hóast neyðugt hevur verið við eykajáttanum orsakað av, at rakstrarætlanin fyri 2000 ikki hevur hildið. Økt virksemi og harvið øktar lønarútreiðslur og nógv hækkaðu oljuprísirnir eru høvuðsorsøkirnar. Grannskoðaðin metir ikki, at leiðslan kann lastast fyri meirnýtsluna, tá ið henda ikki hevur møguleika at tillaga virksemi eftir fíggjarligu orkuni.?