Sosialurin itið »Sosialurin« í 60 ár

Í dag eru 60 ár síðani, at blaðið »Føroya Socialdemokrat« broytti navn til »Sosialurin«

Í dag eru 60 ár síðani, at blaðið »Føroya Socialdemokrat« broytti navn til »Sosialurin«.

 

Sosialurin kom fyrstu ferð á gøtuna 24. mai í 1927 og er – sum einasta føroyska blað – komið út regluliga síðani. Tað var sum málgagn hjá nýstovnaða Javnaðarflokkinum. Í tíðini áðrenn føroyskt útvarp, máttu allir flokkar í Føroyum hava sítt egna málgagn. Áðrenn Javnaðarflokkin vóru Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin. Teir høvdu eisini síni málgøgn, Dimmalætting og Tingakross. Eftir Javnaðarflokkin komu Fólkaflokurin og Tjóðveldisflokkurin, sum eisini fingu síni málgøgn, áðrenn teir fingu umboðan á tingi. Fólkaflokkurin hevði Dagblaðið, og Tjóðveldisflokkurin hevði 14. september.

 

Javnaðarflokkurin er stovnaður í 1925. Føroya Socialdemokratur kom út í 1927 sum málgagn floksins, og í 1928 fekk flokkurin tvey umboð vald á ting. Flokkurin varð stovnaður sum alternativ til stríðið millum samband og sjálvstýri, sum tá var høvuðsmálið í føroyskum politikki. Flokkurin var til vinstru í politikki, og skjótt birtist mótvektin til Javnaðarflokkin, Fólkaflokkurin – og so høvdu vit fýra dimensionella býtið í føroyskum politikki, har tveir partar hála hvør sín veg í viðurskiftinini við Danmark, meðan tveir aðrir partar lutvíst hála til høgru og vinstru.

 

Í fyrstu útgávuni av Føroya Socialdemokrati, skrivar Mourentius Viðstein, blaðstjóri, m. a. soleiðis:

 

– Føroya Arbeiðaraflokkur, eins og arbeiðarar um allan heimin, eru nú so langt áleiðis komnir í hugsunnarhátti viðvíkjandi teirra støðu á almennum viðurskiftum og politikki, at tað hereftirdags merkist, at tað er ein serstakur politiskur flokkur. Langtan og bíðan eftir í rísandi frælsissól, sum teir her hava lisið um  – er áralang. – Væntað hevur eisini verið, at frælsissólin rættvísa vildi rísa her eystan landa og gylla hendan lítla oyggjarflokk í gløðandi morgunroða. Men sum dagar og ár fóru aftur um bak, so hvarv hendan vakra hugsjón, tí alt tyktist at bera at tí borði – at verðin og menniskjur, samfundsskipan sum løgreglur – alt var órættvísi, einki annað.

 

Mourentius við Stein var eisini sjálvur annar valdur á ting fyri Javnaðarflokkin á valinum í 1928 saman við Petur Mohr Dam.

 

Í fyrstu útgávuni av Føroya Socialdemokrati er eisini grein um Karl Marx, sum Nina Bang hevur skrivað. Hon er heimsins fyrsti kvinnuligi ráðharri í einum demokratiskari stjórn. Hon var mentamálaráðharri í stjórnini hjá Stauning frá 1924 til desember í 1926. Hon doyði í 1928.

 

Hóast floksblaðið bar heitið »Føroya Socialdemokrat« og seinni meira føroyska heitið »Føroya Sosialdemokratur«, so æt blaðið á mannamunni »Sosialurin«. Hóast einki verður skrivað um tað í blaðnum 2. apríl í 1955, ella í síðsta blaðnum eina viku frammanundan, so stóðst navnabroytingin uttan iva av, at blaðið á mannamunni æt »Sosialurin«.

 

Javnaðarflokkurin – og fólk kring Javnaðarflokkin – áttu blaðið í samfull 77 ár og 10 mánaðir. Tann 24. mars í 2006 gjørdi Javnaðarflokkurin av at selja blaðið til P/F Miðlafelagið, sum starvsfólk á Sosialinum høvdu stovnað. Hetta felagið eigur framvegis Sosialin og alt virksemið í Miðlahúsinum, sum fevnir um Sosialin, in.fo, Vikublaðið og útvarpsrásirnar Rás2, Voxpop og KissFM, sum felagið eigur saman við øðrum.

 

P/F Miðlafelagið er – í mun til kappingarneytarnar – óheft av øllum fíggjarligum og politiskum áhugamálum og hevur til endamáls at reka miðlavirksemi á privatum grundarlag. Størsti kappingarneyti hjá P/F Miðlafelagnum er Kringvarp Føroya. Hóast tað javnan er frammi á tingi, so heldur ein meiriluti á Føroya Løgtingi enn, at tað er í lagi, at Kringvarp Føroya á órættvísum grundarlag kappast við privatar miðlar um høvuðsgrundarlagið undir privatum miðlavirksemi, sum er lýsingarnar.

 

Tingfólk skilja ikki, at tað er kappingaravlagandi, at ein skattainnkrevji, sum Kringvarp Føroya, avlagar lýsingarmarnaðin í Føroyum við at undirbjóða privatum miðlum á lýsingarmarknaðinum. Tað kann í síðsta enda føra til, at Kringvarp Føroya aftur fær monopol sum føroyskur fjølmiðil.

 

 

 

 

, sum við vælsignilsi og stuðuli frá Føroya Løgtingi fremur avlagandi kapping