Javnaðarflokkurin hevur seinastu nógvu árini hann hevur siti í andstøðu, eftir at hava sett seg sjálvan uttanfyri politiska ávirkan, við sínum stirvna afturhaldspolitikki, valt at taka ymiskt til sín og samtíðis gera seg til eitt slag av umboðsflokki fyri tað sum nú einaferð hevur verið frammi.
Øll verkføllini sum hava verið, hevur flokkurin roynt at malt eina politiska kaku burturúr, øll minnast tá Javnaðarflokkurin var talirør hjá Poul Nyrup, meðan fullveldissamráðingarnar vóru, undir fíggjarlógarviðgerðini gjørdi flokkurin so til eitt slag av "arbeiðsgevaraflokki" og lætst taka so hjartaliga synd í vinnuni í Føroyum, og sum rosinan í pylsuendanum vil Javnaðarflokkurin gera seg til talsmann fyri tað sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur kanna viðv. ST og frælsisstríðnum hjá ófrælsum londum sum Føroyar - jú javnaðarhestarnir eru fleiri.
Tjóðveldisflokkurin trygdin fyri fullveldisgongdini
Oddagreinin í Sosialinum fríggjadagin 17/10/2003 setur spurnaðartekin við hvat vit í Føroyum hava verið vitni til seinastu seks árini á fullveldisøkinum?..
Hóast at tað skuldi verið eyðsæð eftirhondini hvussu samgongan við Tjóðveldisflokkinum á odda hevur roynt at fingið greitt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark; fyrst við samráðingum, tá samgongan við opnum sinnið fór til Danmarkar fyri at fáa eina semju við stjórnina. Samgongan hevur ongantíð lagt seg eftir ósemjum ella samanbrestum, sum andstøðan í Føroyum tíðliga og síla vildi gera tað til - og tey sum hava fylgt eitt sindur við vita hetta, men kortini vil Sosialurin og Javnaðarflokkurin kalla hetta "eina blindgøtu" og "fullveldisætlanir á skeivum grundarlagið" o.s.fr.
Veruleikin er tann at Tjóðveldisflokkurin í undanfarna valskeiðinum saman við samgonguni hevði greiðar ætlanir, sum høvdu borið á mál um, andstøðan - Javnaðarflokkurin undir veingjabreiði Sambandsfloksins ikki fóru í baklás og gjørdi seg til ørindaflokkar hjá donsku stjórnini og um stjórnin vildi loysnir sum søma seg einum framkomnum demokratiskum samfelag.
Tað hevði ikki verið nakað sum forðaði fyri at fingið eygleiðara, um danir vóru samdir við Tjóðveldisflokkin og samgonguni um hetta - men ikki ein gang tað bar til. Hetta er veruleikin um tær ætlanirnar, sum Føroya fólk m.a var vitni til.
Síðan valdi Tjóðveldisflokkurin og samgongan at snikka eina ætlan til í Føroyum, og tað er hesi ætlan sum Tjóðveldisflokkurin er borganin fyri, og sum er tilverugrundarlagið fyri sitandi samgongu.
Tjóðveldisflokkurin er faðir at øllum yvirtøkum
At oddagreinskrivarin í Sosialinum ósmæðið gevur Javnaðarflokkinum heiðurin av yvirtøkuni av Postverkið Føroya, 200 fjórðinga markinum, umsitingina av skúlaverkinum - tað er at fyrigykla Føroya fólki nakað, sum ikki er í tráð við veruleikan. Møguliga hevði Javnaðarflokkurin samgongu- leiðsluna, men Tjóðveldisflokkurin setti krøvini fram, helt fast við tey og fekk tey framd, tað er veruleikin.
Tjóðveldisflokkurin hevur ongantíð "fagurmálað" veruleikan, hvørki í undanfarna ella hesum valskeiðinum. Ræðumyndirnar frá afturhaldinum hevur harafturímóti verið kjølfesti í andstøðupolitikkinum í Føroyum - og tá henda svarta samfelagsmálingin hjá sambandsflokkunum, má veruleikin tykjast bjartur og ljósur - og framtíðin somuleiðis!!
Fullveldisstríði heldur fram, og nógv er komið á skaftið, niðurskurðurin av blokkinum var eitt frambrot, allar tær fyrireikingar sum eru gjørda og sum vera gjørdar eru eitt frambrot, umframt tær yvirtøkur sum eru gjørdar - tað er veruleikin.
Tjóðveldisflokkurin ferð áhaldandi at arbeiða og stríðast fullveldisstríð føroyinga, tað hevur verið og ferð framhaldandi at eyðkenna arbeiði Tjóðveldisfloksins.
Eyðkendi trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum
Tað er ilt at siga hvat Javnaðarflokkurin vil við framtíðini, men tekin eru um at hann roynir av øllum alvi gera seg leysan av "samanvøkstrinum" við Sambandsflokkin.
Tað eru av álvara partar í Javnaðarflokkinum sum ikki vilja ganga oyðimarkargongdina longur; bæði í ríkisspurninginum, vinnupolitikkinum, vælferðarpolitikkinum, mentanarpolitikkinum og eg kundi hildið fram.
Í fíggjarlógarviðgerðini fór øll orkan hjá Javnaðarflokkinum at finnast at - uttan at vísa á nakað ítøkiligt, tingfólk floksins løgdu einkisigandi tvætl fyri dagin um myrka sjokulátu og mannminkandi samanberingar; og hetta er vorðið spjaldrið sum flokkurin hevur hongt um hálsin á sær sjálvum.
Tað er í øllum førum ikki ein gongd leið at halda á at snara og snúrað veruleikanum; hvørki tá talan er um fullveldisgongdina, um hvør setti hvønn uttanfyri politiska ávirkan - tí Javnaðarflokkurin hevur havt eina rúgvu av møguleikum at fáa ávirkan - men flokkurin hevur ikki vilja, men hevur heldur valt at verða undir liðini á Sambandsflokkinum, og koma við hóttanum um at taka seg úr grundlógarnevndini, og annars verið í sambandskórinum hjá Lisbeth Petersen.
Tíðirnar broytast - og tillagingar skulu til, men eitt broytist ikki - og tað er sjálvsstýriðsstríði, sum Tjóðveldisflokkurin hevur borga fyri, tí í hjørtum okkara býr frælsi.