Sosialurin og eygað

ÍF er oddalið í bestu deildini. Tað hevur sást aftur í Sosialinum eftir tvey tey síðstu vikuskiftini. Dystirnir á heimavølli ímóti GÍ og á útivølli ímóti Skála hava fingið meiri umrøðu enn nakar annar dystur. Talan er um nýggjar tíðir í Fuglafirði, og Sosialurin er við uppá tað.
Ein partur av upptaktini undan dystinum á Skála snúði seg um, at Bartal Eliasen ikki fór at vera á ÍF liðnum, tí hann skuldi uttanlands. Tað segði ÍF venjarin fyri Vikuskiftis Sosialinum.
Sunnudagin var Bartal Eliasen millum teir mest eyðsýndu á ÍF liðnum, sum spældi 3-3 á Skála. Í týsdagsútgávuni spurdu vit ÍF venjaran, um hann við útsøgnini um Bartal undan vikuskiftinum spældi Sosialinum og serliga Skála eitt puss. Skilagóði ÍF venjarin greiddi frá, hvussu hetta hekk saman, og Sosialurin bar áhugaverdu søguna.
Onkur í Fuglafirði hevur fingið ilt av hesum, og ákærir Sosialin fyri at válka sær í sjúkum barni. Sosialurin hevur í hesum førinum sligið positiva tónan ann, og tey, sum hava fingið nakað annað burturúr, kunnu hava ikki lisið greinina. At forsíðu ávísingin kanska kundi havt verið orðað eitt sindur elegantari kann kanska diskuterast.