Sosialurin í sjálvsving

Eftir at hava lisið oddagreinina í Sosialinum í mikudagsblaðnum 30. august 2005, eri eg farin at ivast í, um nakað mark yvirhøvur finst fyri, hvussu langt Sosialurin vil fara í síni miðvísu hetz mótvegis Tjóðveldisflokkinum.

Høgni Hoydal

Í oddagreinini verði eg lagdur undir at hava sagt (orðarætt endurgivið) at: "avvarðandi føroyskir myndugleikar við Atla Dam, sála, á odda, høvdu framt eitt satt myrkaspæl kring undirgrundarmálið og dult veruligu støðu teirra í hesum týðandi máli."

Sosialurin sigur, at undirritaði: "...hevur dálkað minni Atla Dams."

Og Sosialurin vil vera við, at: "Greinin hjá Høgna Hoydal rør uppundir, at Atli Dam, sáli, segði ósatt fyri Føroya fólki."

Ikki míni orð
Hvat billa tit tykkum inn at leggja mær slík orð í munnin? Ikki við einum orði havi eg nevnt Atla Dam, sála, í míni grein. Eg havi tíansheldur lagt hann undir nakað myrkaspæl ella at dylja nakað - ella at hava sagt ósatt.

Sosialurin leggur mær orðini í munnin og krevur síðani at eg skal geva eina treytaleysa umbering fyri hesi somu orðini, sum Sosialurin hevur uppfunnið. Tað er sanniliga ein máti at fáa eitthvørt mál at bólta rút.

Hetta er enntá beinleiðis óreint, tí Sosialurin veit fullvæl, at undirritaði hevði góð viðurskifiti við Atla P. Dam, sála, og at eg ongantíð havi lagt eftir hansara persóni.

Atvoldin til, at Sosialurin fer í sjálvsving, er at Halgir Winther Poulsen hevur skrivað eina grein, har hann finst hvassliga at mær fyri ein lítlan part av tí, eg havi skrivað um undirgrundina í einum aftursvari til løgmann.

Sosialurin og Halgir Winther Poulsen velja at taka eitt úrvalt brot úr einum samanhangi í einum politiskum orðaskifti millum undirritaða og løgmann, sum snúði seg um nakað heilt annað enn undirgrundarmálið. Eg skal tí svara ákærunum frá Sosialinum aftur.

Svaraði álopum á Tjóðveldisflokkin
Málið snýr seg um, at løgmaður í eini grein legði Tjóðveldisflokkin undir at føra ein "alt ella onki-politikk", og skírdi Tjóðveldisflokkin afturhaldsflokk.

Í mínum aftursvari vísti eg á, at Tjóðveldisflokkurin hevur hildið fast um rættindi og greið mál í føroyska sjálvstýrisstríðnum, og at tað er skeivt at bakka fyri donskum krøvum í navninum hjá tí sonevnda "realpolitikkinum" og teimum "pragmatisku loysnunum".

Sum dømi um hetta nevndi eg undirgrundarmálið, sum jú tók nærum 50 ár - og harav 17 ár í samráðingum - bert til tess at fáa umsitingina á føroyskar hendur. Hetta stendur í skerandi andsøgn til politikkin hjá sitandi samgongu, ið hevur góðtikið øll donsk krøv og hevur skundað eina danska lóggávu ígjøgnum, sum eftir okkara tykki er eitt risaafturstig.

Tað var hetta sum mítt aftursvar til løgmann snúði seg um. Og í aftursvarinum brúkti eg undirgrundarmálið sum dømi um, at tað ikki snýr seg um "alt ella onki", men um at halda fast við síni mál.

"Grønlendsk loysn"
Eg vísti á, at í undirgrundarmálinum var nær við, at vit góðtóku eina "grønlendska loysn", har danir og føroyingar umsótu í felag og býttu inntøkurnar.

Við hesum sipaði eg hvørki til nakað dult ella legði nakran undir at hava fjalt nakað. Eg sipaði bert til tað, sum hevur verður frammi alment um, at landsstýrið var til reiðar at leggja eitt "modell-katalog" fyri donsku stjórnina, har bæði samfeløgini fingu fyrimun av føroysku undirgrundini, og har m.a. donsk serfrøði skuldi brúkast í praksis í umsitingini.

Hetta hevur verið alment sagt frá samráðingarnevndini - eitt nú í eini sjónvarpssending í SvF við heitinum "Tá Danmark loysti", sum fyrstu ferð varð send í december 1997. Og har var eisini alment sagt, at samráðingarnevndin varð tikin á bóli av Poul Schlüter, áðrenn føroyska sendinevndin fekk lagt nakað útspæl til pragmatiskar loysnir á borðið. Eisini hevur Sosialurin havt eina longri grein um, hvussu nógv stóð á í undirgrundarmálinum, sum varð prentað 6. mars í 1998.

Tað er eisini fult alment, at millum møguligu loysnirnar í sonevnda "Hvíta álitinum" vóru tær, at danskar fyritøkur fingu forkeypsrætt til útvinning av møguligum ráevnum. Og at føroyska heimastýrið bant seg til at gjalda fyri mál, ið vóru umsitin av ríkismyndugleikunum.

Spinna enda burturúr ongum
Eg kallaði hetta eina "grønlendska loysn" í gásareygum. Og eg góðtaki sjálvandi fult út, at bæði Halgir Winther Poulsen og Sosialurin halda vera eitt skeivt heiti at brúka - sæð út frá einum løgfrøðisligum sjónarhorni. Eg nýtti hetta í einum politiskum orðaskifti við løgmann og skrivaði greitt, hvat eg meinti við.

Sosialurin kundi í einum aftursvari havt víst á sína meting um, at tað er skeivt at kalla ætlaðu útspælini frá táverandi landsstýri fyri "grønlendska loysn".

Men ístaðin velur Sosialurin at spinna ein enda burturúr hesum eina hugtakinum og leggja meg undir líkt og ólíkt.

Endamálið kann bert vera at fáa ljóskastaran burtur frá innihaldinum í tí politiska orðaskiftinum, sum løgmaður byrjaði við einum álopi á Tjóðveldisflokkin fyri at vilja "alt ella onki".

Mítt aftursvar var greitt: Um vit í Føroyum standa saman um okkara krøv og rættindi, so ber eisini til at røkka veruligum framstigum á sjálvstýrisleið, uttan at boyggja okkum fyri donskum krøvum vísandi til "realpolitiskar semjur". Tað er undirgrundarmálið eitt skúladømi um - og tað var hetta eg vildi vísa á.

Ikki fyrstu ferð
At enda skal eg vísa á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at Sosialurin brúkar útsagnir hjá Halgiri Winther Poulsen í eini roynd at leggja eftir Tjóðveldisflokkinum í sambandi við undirgrundarmálið. Sjálvan valdagin til fólkatingsvalið 20. november 2001 hevði Sosialurin ruddað alla forsíðuna við einum álopi á undirritaða. Orsøkin var, at eg hevði víst á í valstríðnum, at danska stjórnin framvegis tilskilar sær sjálvan ognarrættin til undirgrundina, hóast vit hava yvirtikið umsitingina av málsøkinum.

Tað er ongin hemmiligheit í tí sannroyndini, men at eg segði tað alment, legði Sosialurin út sum ábyrgdarloysi - sjálvan valdagin, har undirritaði ikki hevði møguleika at svara aftur. Veit ikki, um Sosialurin eisini er so altráur at tosa um umberingar í tí førinum?