Tað er sligið fast við sjeytummaseymi um allan heim seinastu árini, at valdið hjá fíggjargeiranum er so stórt afturímóti politiskum stjórnum, lóggávutingum og fólkaræði, at tey kunnu seta alt samfelagið skák og mát eftir fáum døgum. Bankar kunnu hótta alt samfelagið, men samfelagið kann ikki hótta teir. Tvørturímóti skal samfelagið og fólkaræðið traðka til og bjarga teimum, tá teir hava sett alt í váða. Fíggingarfyritøkurnar krevja at virka frítt um allan heim og tosa um altjóðagerð, tá vinningurin skal vinnast. Men tá tapini skulu gjaldast, so skal einstaka landið og tjóðin knappliga aftur traðka til.
Og soleiðis er ikki minst í Føroyum. Tað gav at bíta undir bankareppuni í 90'unum. Aftur nú undir áleikandi fíggjarkreppuni. Og tað gevur at bíta í einum hvørjum máli, har peningastovnarnir krevja at fáa sín vilja framdan mótvegis politisku skipanini.
Tað er ikki bert galdandi, tá landsstýrið ikki torir at seta krøv um rentulækking afturfyri politiskar bjargingarpakkar, sum brúkarin og kundin sjálvir gjalda fyri.
Hetta er eisini galdandi í málinum við elektronisku kervunum og viðgerðarskipanunum hjá peningastovnunum.
Peningastovnarnir gagnnýta politisku karmarnar í Føroyum
Málið snýr seg jú um eitt einfalt tjóðaráhugamál og fólkaræðisligt krav um, at allar tær grundleggjandi upplýsingarnar um peningaviðurskifti hjá hvørjum einstøkum føroyingi og tað grundleggjandi infrakervið til at flyta pening, gjalda, skatta, og viðgera allar hesar týdningarmiklu upplýsingar hjá okkum øllum, verða goymd og kunnu virka í skipanum í Føroyum og undir føroyskum løgræði.
Peningastovnarnir í Føroyum hava jú gjøgnum politisku skipanina og løgræðið, einkarrætt til at umsita hvørja einastu lønarkontu í Føroyum. Við føroyskari lóggávu í rygginum umsita teir øll tey virðini, sum hvør einstakur løntakari skapar í Føroyum. Vit eru øll noydd at lána pening frá peningastovnum í Føroyum til allar okkara íløgur í gerandisdegnum. Gjøgnum ta føroysku politisku skipanina, hava borgarar í Føroyum verið álagdir at gjalda ovurstórar upphæddir fyri húsagang hjá føroyskum peningastovnum. Við lógum eru gjørdir bankapakkar og aðrar fyriskipanir til frama fyri peningastovnarnar í Føroyum. Við lóg verða peningastovnarnir stuðlaðir við rentustuðli og øðrum skattafrádráttarskipanum, ið skulu fáa fólk at læna pening frá teimum. Tað er føroyska samfelagið, lógirnar og hvør einstakur borgari og vinnulív í landinum, sum skapa tey virðir og teir karmar, sum geva peningastovnunum møguleika at vaksa og byggja út sítt virksemi, eisini uttan fyri landoddarnar. Føroysku peningastovnarnir hava sostatt við lóg fingið rættin at gagnnýta og virðisøkja eitt tilfeingi hjá okkum øllum.
Tí er tað ein greið uppgáva og eitt greitt fólkaræðisligt atlit, at politiska skipanin eisini tryggjar, at hetta virðismikla tilfeingið og viðgerðin av tí, virkar gjøgnum skipanir í Føroyum. Eins væl og vit hava toll-.og avgjaldslógir, vinnulóggávu og onnur krøv til vørur og framleiðslu í Føroyum. Onnur lond hava tjóðbankar og pengapolitikk, lóggávu og aðrar reglur fyri peningaflutningi og gjøldum fyri peningatænastur. Og hóast bankarnir royna at billa almenningin tað inn, so kunnu teir ikki nevna onnur lond í heiminum, sum flyta allar sínar upplýsingar og skipanir fyri peningaviðurskifti hjá hvørjum borgara, av landinum.
Grova lobby-arbeiði bankanna
At hesar grundleggjandi skipanir, skuldu goymast og virka í Føroyum undir føroyskum løgræði, varð eisini samtykt og lógarfest av einum samdum løgtingi í bæði 1994 og í 2001. Ongin forðing varð sett fyri, at hesar upplýsingar og hetta infrakervið kundu samskifta við allan heim og skipanir í einum hvørjum øðrum landi, soleiðis sum peningastovnarnir annars føra fram í miðlunum.
Men við serstakliga kontantum lobbyvirksemi, hóttanum og villleiðing – ja, við heilsíðulýsingum í bløðunum móti teimum politikarum, ið hildu fast við einmæltu løgtingssamtyktirnar – eydnaðist peningastovnunum at fáa politisku skipanina at ganga frá sínum einmæltu samtyktum. Fyrst fingu teir ein landsstýrismann at broyta kunngerð á økinum, og síðani broytti fyrra ABC-samgonga lógina eftir trýsti frá peningastovnunum.
Tá vildu teir »bert« flyta gjaldsskipanirnar fyri pengaflytingar av landinum – og afturvístu øllum, sum vístu á, at teir eisini royndu at flyta allar sínar grundleggjandi skipanir av landinum. Nú gongur so sjón fyri søgn.
Og sama søga endurtekur seg. Tann, ið vágar sær at arbeiða ímóti peningastovnunum í hesum máli, verður demoniseraður og sagdur vilja byrgja Føroyar inni ella at forða altjóðagerðini. Peningastovnarnir føra aftur fram, at tað eru bara partar av skipanunum, ið verða fluttar, og at annars verður førleikin mentur á hesum øki í føroyska samfelagnum.
Og tey, ið hava serkønt innlit og kunnu vísa á, at uppáhaldini frá peningastovnunum eru sera ivasom, tora ikki at traðka fram alment. Og hvør skal siga tey ring fyri tað? Seinast hetta málið var frammi alment, mistu starvsfólk arbeiðið, tí tey vágaðu sær at muta ímóti ætlanunum um at flyta skipanir av landinum.
Villleiðing um politisku krøvini
Uppáhaldini hjá peningastovnunum hava frá byrjan bygt á villleiðing um vinnuavlaging og protektionismu. Tí staðfestast kann:
- Ongin forðing hevur verið ella er ætlað í lóg fyri at hava eitt nútímans samskifti tvørtur um landamørk ella at flyta einstakar persónsupplýsingar av landinum til tess at samskifta.
- Heldur ongin forðing fyri at flyta út forrit ella annað hjá føroyskum teldufyritøkum.
- Heldur ongin forðing fyri at keypa viðgerðarskipanir úr útlondum og seta tær upp í Føroyum ella at bjóða øllum at kappast um skipanir í Føroyum, og sostatt er heldur ongin kappingaravlaging.
Hinvegin er talan um grova kappingaravlaging mótvegis føroyskari vinnu og førleika, tá allar skipanir og upplýsingar eru farnar av landinum í eina skipan, har føroysk vinna og førleiki ikki kann bjóða upp á at gera tænastur ella menna skipanir við hesum upplýsingum hjá øllum føroyingum.
- Og føroyski kundin er ikki spurdur ella hevur nakað val um at velja sær annan peningastovn í Føroyum ella uttanlands.
Ársins mál fyri fjølmiðlar
Nú kundi ein so hugsað, at hetta mátti verið eitt sera stórt mál hjá føroyskum fjølmiðlum og eini óheftari, kritiskari pressu at lýst og gravað í. Ja, bæði í vavi, týdningi og vinklum fyri føroyska samfelagið:
Her er talan um pening, kontur og gjøld hjá øllum føroyingum, har vit onki val hava og ikki eru eftirspurd, nú tey bara verða flutt av landinum. Vit hava ikki møguleika at velja at seta lønarkonti og lán í aðrar bankar.
Her er talan um, at omanfyri 100 milliónir longu eru brúktar at flyta skipanirnar av landinum, og at tað almenna fær eina risarokning og má gera heilt nýggjar skipanir til skatting, avgjøld og annað.
Her er talan um eina gongd, har gjøldini fyri at flyta pening og gera aðrar transaksjónir uttan iva fara at økjast í hvørjum. Og hvønn møguleika hava vit at ávirka tað í Føroyum um gjøldini verða ásett gjøgnum skipanina hjá bankunum uttanlands – og hvar fer peningurin, sum vit skulu gjalda fyri bara at flyta eina upphædd ella gjalda okkara rokningar?
Her er talan um, at fólk ikki longur kunnu hava eina bankabók at dagføra.
Her talan um trísiffraðar milliónaupphæddir fyri føroyska brúkaran og fyri skattgjaldaran.
Her er talan um avgerandi førleikamenning í einum nútímans kunningarsamfelag.
Her er talan um eitt infrakervi, ið frameftir hevur eins stóran týdning og vegir, brýr, tunlar og telekervi, sum fer úr Føroyum.
Her talan um kappingaravlaging mótvegis føroyskari vinnu.
Her er talan um, at fólk ikki tora at traðka fram við síni vitan og meiningum, tí tey ræðast avleiðingarnar frá peningastovnunum. Tí er so neyðugt at hava eina kritiska pressu, ið eisini kann nýta ónevndar keldur og verja tær.
Her er talan um í minsta lagi sera ivasamar upplýsingar frá peningastovnunum, um hvat veruliga fer fram. Tað er bert at hyggja at, hvat teir søgdu fyri 6-7 árum síðani og nú.
Larmandi tøgn í privatu pressuni
Tað er sjálvsagt, at fólk skulu vera ósamd við mínar og Tjóðveldisins metingar av málinum. Og ivaleyst eru viðurskifti, ið eg ikki havi skilt ella misskilt. Men málið má undir øllum umstøðum hava sera stóran almennan áhuga og tørv á at verða lýst og kannað í fjølmiðlunum.
Tíbetur hava vit eitt Kringvarp, ið ikki er heft av fígging og trýsti frá peningastovnunum, og tey hava torað at viðgjørt málið. Eisini heimasíðan hjá Norðlýsinum og Vágaportalurin hava torað at skriva um tað. Men annars er larmandi kvirra í privatu pressuni.
Sosialurin hevur ikki skrivað ein stav um málið journalistisk. Men í oddagrein 17. februar, leggur blaðið eftir Tjóðveldinum við ónevndum greinskrivara, sum vanligt. Valt verður bara at demonisera Tjóðveldi og endurtaka uppáhald peningastovnann um vinnuverju og forðingar fyri altjóðagerð.
Tað var so tíðindaviðgerðin av hesum máli í landsins størsta privata miðli. Case closed.
Hetta man vera fremsta dømið um, at fjølmiðlar ikki bert hava ovurstórar trupulleikar at vera vakthundur hjá almenninginum mótvegis politiska valdinum. Mótvegis peningastovnunum fara teir í tann øvuta leiklutin og gerast ístaðin virkin vaktarhundur hjá peningavaldinum og verja teir mótvegis atfinningum, upplýsing og kritiskari viðgerð.
Tað er ein sera álvarsom støða, nú heimurin annars noyðist at finna vegir, har fólkaræðið kann seta greið krøv og avmarkingar fyri tí fíggjarvaldi, ið hevur snýst allar heimsins búskapir omanav í eini handavending.