Sosialurin treiskast blaðkreppu

Sosialurin hevur í gjár havt aðalfund. Hóast kreppa er um allan blaðheimin, megnaði Sosialurin at fáa yvirskot á góðar 2,2 milliónir krónur fyri 2008

Blaðvinna

Rógvi Nybo

[email protected]




Sosialurin hevur í gjár havt aðalfund. Endaliga ársúrslitið hjá felagnum í 2008 var eitt avlop á 2.210.403 krónur, ið er eitt vet minni enn í 2007. Í 2007 var úrslitið 2.329.000 krónur. Eginpeningurin hjá Sosialinum var við árslok í 2008 8.782.045 krónur.


Sostatt hevur Sosialurin megna at treiskast kreppuna í blaðheiminum, sum serliga kom í triðja ársfjórðingi av 2008.


Í viðmerkingum til roknskapin sigur leiðslan seg vera nøgda við úrslitið, sum tó varð ávirkað av búskaparniðurgongdini, sum gjørdi vart við seg síðsta ársfjórðing í fjør. Víðari verður sagt, at rakstrarúrslitið ætlandi verður munandi betri í 2009.


Hartil vísir leisðlan á, at tað er av alstórum týdningi fyri privatu miðlarnar, at aðalorðaskiftið um Kringvarpið og fjølmiðlaøkið sum heild kemur at viðføra greiðar karmar fyri partarnar á marknaðinum at virka undir.


Í dag hevur hitt stóra føroyska blaðið, Dimmalætting, aðalfund.


Á aðalfundinum varð nevndin víðkað, so hon nú telur sjey limir.


Nýggjur nevndarlimur er Ole Sloth, sølustjóri hjá Ekstrablaðnum í Danmark.


Hinir nevndarlimirnir eru:


Eyðfinnur Jacobsen, formaður

Eirikur Lindenskov

Jonhard Hammer

Jákup Mørk

Jóhanna Vang

Jan Müller, ið eisini er stjóri felagsins