Southgate og Ongland vunnu á týska kompleksinum

Áðrenn áttandapartsfinaluna á Wembley ígjár hevði Týskland sent Ongland úr seks endaspølum

Gareth Southgate í 1996 og ígjár

Gareth Southgate í 1996 og ígjár

##med2##

 

Týska landsliðið hevur verið ein tungur skuggi hjá enska fótbóltslandsliðnum síðani 1970.

 

Ígjár eydnaðist tað loksins onglendingum at vinna á spøkilsinum sum hevur plágað teir gjøgnum mong ár.

 

Í 1966 vann Ongland á Týsklandi í HM-finaluni á Wembley. Aftaná vanliga leiktíð varð støðan javnleikur 2-2. Í longdu leiktíðini fingu onglendingar eitt sera ivasamt mál, ið gav teimum eina 3-2 leiðslu. Týskarar og mong onnur við teimum tvíhalda, at bólturin varð ikki innanfyri málstrikuna. Ongland vann finaluna 4-2.

 

Síðani tá og til ígjár hevur Týskland støðugt verið endaspæls-plágan hjá Onglandi.

 

Søta hevndin hjá Týsklandi kom longu í HM-endaspælinum í 1970 tá Týskland í HM-endaspælinum í Meksiko vann 3-2 á Onglandi í fjórðingsfinaluni aftaná longda leiktíð. Ongland var á odda 2-0 í vanligu leiktíðini, men týskarar vunnu seg uppá 2-2 og knógvaðu sigurin heim aftaná longda leiktíð.

 

Týskland fekk sína hevnd á Wembley 29. apríl í 1972, tá teir vunnu 3-1 á Onglandi. Heima í Týsklandi endaði dysturin 0-0, og Týskland slapp til Belgia at spæla EM-endaspæl, ið tá varð fyri fýra landslið. Týskararnar vunnu EM-finaluna á Sovjetsamveldinum 3-0.

 

Í HM-endaspælinum í 1982 endaði dysturin í seinna bólkaspælinum millum Ongland og Týskland við javnleiki 0-0, men Týskland vann bólkaspælið frammanfyri Ongland og Spania. Týskland vann seg í HM-finaluna, ið teir tó taptu 1-3 móti Italia.

 

Í HM-endaspælinum í Italia í 1990 og í EM-endaspælinum í Onglandi í 1996 vann Týskland á Onglandi aftaná brotssparkskappingar. Brotssparkssyndarin hjá Onglandi í 1996 varð Gareth Southgate, núverandi enskur landsliðsvenjari. 

 

Í EM-endaspælinum í Niðurlondum og Belgia í 2000 vann Ongland 1-0 á Týsklandi í bólkaspælinum. Men sigurin var ikki til serliga nógva nyttu, tí onglendingar endaðu aftanfyri Portugal og Rumenia, ið vunnu seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Ongland og Týskland vóru í HM-undankappingarbólki saman til HM-endaspælið í Japan og Suðurkorea í 2002. Onglendingar rógva ofta aftur á 5-1 sigurin í München. Men tað hoyrir við til samlaða roknistykkið, at Týskland vann 1-0 á Onglandi á útivølli, og í HM-endaspælinum vann Týskland seg í HM-finaluna har teir tó máttu lúta 0-2 fyri Brasil. 

 

Í HM-endaspælinum í Suðurafrika í 2010 vann Týskland 4-1 á Onglandi í áttandapartsfinalunum. Tá hevði Frank Lampard eitt langskot sum var meira innanfyri málstrikuna enn 3-2 málið hjá Onglandi í HM-finaluni í 1966, men málið var ikki viðurkent. 2010 varð seinasta HM-endaspælið uttan máltøkni.

 

Ígjár eydnaðist tað so loksins Onglandi at vinna á Týsklandi aftur í einum "Knock Out"-dysti í einum endaspæli.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Gareth Southgate í 1996 og ígjár

Gareth Southgate í 1996 og ígjár