Sovnaði við fullum drøni

Í morgun var ein bileigari áovanliga heppin, tá ið hann sovnaði í bilinum. Men tað er gott at hava góðar grannar Tíðliga í morgun vórðu bæði løgreglan og sløkkiliðið í Havn boðsend til eitt óhapp av tí heilt merkiliga slagnum.

Og líka merkiligt, sum óhappið var, líka heppin var ein bileigari, at hann ikki kom heilt illa fyri.

Bileigarin hevði verið í býnum og hevði fingið sær eina rættiliga góða kenning.

Klokkan sjey í morgun høvdu helst tey flestu havt fingið nóg mikið og ripa seg undir dýnuna

Men ikki okkara maður, nei, tí hann var enn í hopla og ætlaði sær avgjørt ikki at tørna inn.

Hann vildi hoyra tónleik.

Men tað lá ikki so væl fyri at skrúva frá heima, so hann setti seg út í bilin at geva stereoanlegginum gass.

Hetta hevur helst verið av tí slagnum, har bilurin skal setast ígongd fyri at hoyra nakað.

Men maðurin hevur verið troyttari enn hevur havt varhugan av, tí alt í einum sovnaði hann- við fótinum á speedaranum.

Og tað endaði við, at motorurin við fullum drøni og at enda gekk hann so heitur, at eldur kom í bilin.

Men lukkutíð hevði ein granni varnast, hvat var áfatt og fekk sovandi mannin út úr bilinum.

Tá var rættiliga eldur í honum og løgreglan sigur, at tá ið hon kom á staðið var eldur í dekkunum og undir bilinum stóð í ljósum loga.

- Helst er eldur komið í evnið, sum er brúkt at rustviðgera bilin við, sigur løgreglan.

Sløkkiliðið varð boðsent og fekk sløkt eldin.

Og løgreglan staðfestir, at maðurin var sera, sera heppin, tí hevði grannin onki varnast, kundi hann akkurát tað sama brent inni í bilinum.

Maðurin varð bjargaður og má ásanna, at klokkan sjey um morgunin er best at tørna inn ? og so at tað heldur ikki so galið at hava góðar grannar....