- Eg havi arbeitt innan byggivinnuna í 25 ár, og nú havi eg brúk fyri at taka mær av løttum í eina tíð. Eg havi leingi ætlað at selt allar ognirnar hjá felagnum, so tað er frálíkt, at allar avtalurnar nú eru komnar upp á pláss, sigur Høgni Mikkelsen.
Sp/f KJ Smíð við Kristini Johansen á odda hevur keypt alt arbeiðið, sum er í gerð í Blómubrekku - t.e. 39 íbúðir. Somuleiðis hevur felagið keypt stóra bygningin á Hjalla, amboðini og menninir, sum starvast hjá Sp/f Høgna Mikkelsen, eru bodnir at halda fram at arbeiða í Blómubrekku, men nú hjá Sp/f KJ Smíð.
- Eg spurdi Høgna í skemti, um eg kundi keypa ognirnar hjá felagnum, men hann segði ja næstan við tað sama. Ætlanin var í fyrstu syftu at keypa allar ognirnar hjá Sp/f Høgna Mikkelsen eisini byggistigið á Løgmannabreyt, men peningastovnarnir vildu ikki at fíggja tað, sigur Kristin Johansen.
Áðrenn Sp/f KJ Smíð keypti Blómubrekku, vóru allar íbúðirnar seldar, og eigararnir verða teir somu, nú Sp/f KJ Smíð er ánari. Kristin Johansen sigur, at hann ætlar at gera allar íbúðirnar lidnar sum skjótast:
- Vónandi áðrenn árið 2006 er farið afturum. Bygningin á Hjalla ætli eg at royna at leiga út, sigur Kristin Johansen og leggur afturat, at arbeiðsmenninir hjá Høgna vórðu kløkkir, tá teir í gjár fingu at vita, at ognin var seld.
Í alt arbeiða átta mans hjá Sp/f Høgna Mikkelsen, og í hesi løtu hava seks av teimum samtykt at halda fram at arbeiða hjá Sp/f KJ Smíð.
Kristin Johansen hevur somuleiðis stórar byggiætlanir undir Gráasteini, har ætlanin er at byggja 96 nýggjar íbúðir. Men felagið sleppur ikki framat enn, so í fyrstu atløgu fær Blómubrekka fyrsta prioritet, váttar Kristin.
32 marglætisíbúðir
J&K Petersen hevur keypt stóru trøðna á Boðanesi í Havn frá Sp/f Høgna Mikkelsen. John Petersen stjóri, váttar, at felagið ætlar at byggja 32 íbúðir á økinum:
- Vit hava leingi ætlað at keypt eina trøð. Tá Høgni Mikkelsen so beyð okkum at keypa hesa, smekkaðu vit bara til. Allar 32 íbúðirnar fara at verða úr góðari góðsku marglætisíbúðir. Men somuleiðis fara vit at selja nøkur grundstykkir, sigur John Petersen.
Berjabrekka víðkað
Bjarni Poulsen, byggimeistari, er triði keyparin. Hann hevur keypt trøðna oman fyri Berjabrekku:
- Ætlanin er at víðka um Berjabrekku, so nýggju íbúðirnar fara at minna um tær, ið longu eru. Eg ætli mær at fara í gongd sum skjótast. Eg havi longu fingið nakrar fyrispurningar frá fólki, ið ynskja at keypa, sigur Bjarni Poulsen.