Spógvin í nýggjum umhvørvi

Spógvin liggur nú í Nólsoy, har hann eisini er heimahoyrandi.

Glastrevjabáturin Spógvin, sum Vørn hevur átt, kallast nú Trý Systkin og er skrásettur í Nólsoy. Tað er Sp/f Jonhard F. Danielsen í Nólsoy, sum hevur keypt bátin.

 

Spógvin, sum er stívliga níggju metrar langur, varð bygdur í Danmark til Vaktar-og Bjargingartænastuna í 1986, og hann varð brúktur til kanningar av smærri bátum.

 

Báturin er ikki brúktur í fleiri ár, men sagt verður, at hann er hildin við líka alla tíðina og hevur siglingarloyvi, nú hann er seldur til Nólsoyar.

 

Keypsprísurin var 380.000 krónur. Tað er Facebook-síðan – Nólsoy Nú & Tá – sum eigur viðheftu mynd av Spógvanum og Jonhardi F. Danielsen í Nólsoy.