Tó, tað mundi fella flestu varmakeldugestum og fuglfirðingum við fyri bróstið, at ein av hoppiborgunum ímyndaði Titanic á veg í havsins djúp.
Sorgarleikurin, tá Titanic sakk fyri meiri enn níti árum síðani, skakaði heimin tá, og ger tað enn tann dag í dag.
Hetta stolta ferðamannaskip varð bygd á ein slíkan hátt, at tað ikki skuldi kunna søkka. Men náttúran var sterkari enn mannahondin, og ein av størstu sorgarleikum, heimurnin hevur kent, kravdi meiri enn 1500 mannalív.
Um henda góða hoppiborg er ósømilig ella ikki, lata vit upp til lesaran at meta um. Í hvussu er og ikki, hildu fólk á vegnum hetta vera ?langt úti?, sum onkur tólk til.
Fyrireikararnir harmast og siga, at søkkandi skip ikki verða nýtt til skemtunar eina aðru ferð.