Spøl sum føroysk børn kenna seg aftur í

- Slík spøl eru sera kærkomin í dag, tá ið vit vita, at børn brúka nógva tíð framman fyri sjónvarpi og teldu, og yvirhøvur hava ein ógvuliga samansettan gerandisdag. Spølini taka støði í nærumhvørvinum hjá barninum og tey kenna seg avgjørt aftur í teimum, sigur Vár í Ólavstovu, útgávufólk á Føroya Skúlabókagrunni

Tað er ikki á hvørjum degi, at børn í Føroyum fáa spøl á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Føroya Skúlabókagrunnur gevur nú út seks dygdarspøl til børn. Spølini eru vælegnað at spæla heima, tey kunnu nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spølini eru stimbrandi og mennandi. Eisini stimbra tey málið og minnið, og barnið lærir at hugsavna seg, at stava og at rokna.

- Slík spøl eru sera kærkomin í dag, tá ið vit vita, at børn brúka nógva tíð framman fyri sjónvarpi og teldu, og yvirhøvur hava ein ógvuliga samansettan gerandisdag, sigur Vár í Ólavstovu, útgávufólk á Føroya Skúlabókagrunni.

Talan er um sonevnd Educa spøl, sum eru sponsk dygdarspøl á altjóða góðskustigi, ið verða framleidd til heimsmarknaðin á óteljandi málum. Tey eru seks í tali: Minnisspæl, myndaspæl, At skyna á klokku, Øvut, Mær dámar at rokna, og Orð og mynd. Tove Askham hevur teknað myndirnar til Orð og mynd og At skyna á klokku.


Góð undirtøka

- Vit hava merkt ein sera stóran eftirspurning eftir slíkum spølum. Serliga frá yngstu flokkunum í fólkaskúlanum, ið hava saknað eitthvørt at bjóða børnunum, sum føla tað sum eina stóra broyting at fara úr barnagarði og koma í skúla. Spølini snúgva seg um at samskifta, og kunnu vera stór hjálp í lesi- og rokniinnlæringini, sigur Vár í Ólavstovu.

Leiðbeining fylgir við spølunum. Sum skilst hava barnagarðar tikið sera væl ímóti spølunum, og útgávufólkini á Skúlabókagrunninum hava bert fingið positivar reaksjónir. Um grunnurin fer undir líknandi útgávur í framtíðini, veldst um undirtøku. At geva slík spøl út er sera kostnaðarmikið og bindandi. Íløgan liggur um 3-400.000 krónur umframt kostnaðin av marknaðarføringini, og grunnurin bindur seg til at gera í minsta lagi 3000 eintøk av hvørjum spæli.

- Vit eiga familjuspøl og spøl til eldri børn at geva út. Verður undirtøkan góð, kann væl vera, at tey verða givin út, sigur Vár í Ólavstovu.

Hestprent hevur staðið fyri umbróting og prentumsiting. Maibritt Svabo Egholm, Jacoba Funding, Ása í Jákupsstovu og Joan Kannuberg hava føroyskað. Spølini eru slitsterk og fittlig. Hvørt spælið kostar 68 krónur.


Nógvar útgávur

Føroya Skúlabókagrunnur er eitt virkið útgávufelag. Fleiri spennandi útgávur standa fyri durum. Nakrar eru seinkaðar orsakað av verkfallinum. Í miðal gevur grunnurin millum 40-50 bøkur út um árið.

Føroya Skúlabókagrunnur hevur 40 ár á baki í ár. Helmingin av tíðini hevur felagið ikki átt nøkur høli, men nú er bøtt um hetta. Í fjør keypti Undirvísingar- og Mentamálastýrið húsini, sum Hagstova Føroya húsaðist í, til grunnin.