Spæl V4 ókeypis við talutíðarkorti

Føroya Tele hevur tilboð upp á talutíðarkort, har tú fært 150 krónur í talutíð, men skal bert gjalda 100 krónur.
Fyri tey, sum vilja spæla V4 um fartelefonina, so er ikki av leið at gera tað frá einum av hesum talutíðarkortunum. Tá tú keypir eitt kort fyri 100 krónur, sum er vert 150 krónur, so merkir tað at tú kanst senda tveir V4 seðlar, sum Føroya Tele í roynd og veru rindar fyri.Útvarpið fær sín pening, men tað er Føroya Tele sum rindar.
- Tað er rætt at hatta ber til, men vit fata tilboðið upp á talutíðarkort, sum ein vanliga príslækking, sigur Heini Joensen, fíggjarstjóri í Føroya Tele.
- Men um V4 verður goldlið av einum talutíðarkortið keypt upp á tilboð, so merkir tað, at ein partur av yvirskotinum hjá Føroya Tele fer til Útvarp Føroya?
- Ja, kanska, men ein príslækking av hesum slag merkir eisini, at tú kanska kann keypa størri jólagávur.
- Men Føroya Tele hevur ikki avtalur við tey sum selja jólagávur?
- Nei, men vit síggja hetta sum eina príslækking, sum kan brúkast til alt. Og harafturat er hetta eitt tíðaravmarkað tilboð, sigur Heini Joensen í telefonini frá Føroya Tele.