Seint seinnapartin í morgin verður punktum sett fyri 2017 kappingarárið, tá ið landsliðið fer at spæla á útivølli ímóti Sveis.
Í dag eru tað tríggjar vikur síðani, at Víkingur vann FM í fótbólti fyri fyrstu ferð. Síðani tá hevur tað verið friðarligt á vallunum kring landið. Á leiðsluskrivstovunum eru sáttmálar undirskrivaðir við spælarar og venjarar, og í hesum døgum leggja teir fyrstu til brots á vøllinum í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.
Sambært fyribils ætlanini hjá FSF verður fyrsta umfar í 2017 landskappingini sunnudagin tólvta mars ella á grækarismessu. Kappingarárið ætlast at vera liðugt leygardagin 21. oktober, tá ið 27. umfar verður.
Landskappingin fer í summarfrí fríggjakvøldið 23. juni, tá ið fjúrtanda umfar verður spælt. Fyrsta umfarið eftir summarsteðgin verður sunnudagin 23. juli.
Víkingur, KÍ, NSÍ og B36 skulu spæla í europeisku kappingunum. Hjá hesum feløgunum verður eingin summarsteðgur. Víkingur skal spæla í europeisku meistarakappingini 27. ella 28. juni og aftur fjórða ella fimta juli. Um tað fer at eydnast FM vinnarunum at spæla seg víðari í europeisku meistarakappingini, so verður nýtt umfar í vikunum fram ímóti ólavsøku.
KÍ, NSÍ og B36 skulu spæla í Europa liguni hósdagin 29. juni og aftur hósdagin sætta juli.