Spæla á Argjum í morgin

Kvinnuliðini hjá AB og KÍ fara klokkan 16.30 í morgin at spæla landskappingardyst á Argjum. Tað hevur kappingarnevndin hjá FSF í kvøld boðað feløgunum báðum frá. Dysturin er ógvuliga avgerandi fyri, um tað skal eydnast AB fyri fyrstu ferð at vinna FM heitið, ella um tað fyri 10. ferð á rað skal eydnast KÍ at vinna FM heitið.

Liðini hittust kl. 13 í dag á Argjum, men eftir eitt korter gjørdi dómarin av, at líkindini vóru so mikið vánalig, at tað ikki var ráðiligt at halda fram við at spæla. Tí varð dysturin avblástur.