Spæla bingo á netinum

Danske Spil – fyrrv. Tipstjenesten – er nú fari undir bingo-spæl á netinum. Á heimasiðuni ber til at keypa sær plátu, og tá nýtt spæl byrjar fjóðra hvørt minutt, er bíðitíðin lítil og eingin. Vinningarnir í spælunum eru heilt upp í 100.000 kr., men í flestu spølunum eru hesir tengdir at samlaðu puljuni, sum er í spælinum.
Í tíðindaskrivi sigur Danske Spil, at tey við hesum serliga vóna at fáa fleiri kvinnuligar spælarar. Hóast veddingarspæl ofta verða tengd at mannfólki, so vísa kanningar, at tað eru konufólk, sum standa fyri 75% av samlaða umsetninginum á spælimarknaðinum.